Føroyska liðið í badminton er endað í einum sera trupulum bólki, har tey millum annað skulu spæla ímóti meistarunum av Guernsey.
? Men klára vit at vinna hendan bólkin, so kunnu vit eisini vinna alla kappingina, heldur venjarin, Aritra Nandy.
Hann hevur átta badmintonspælarar við sær til Guernsey, og tey skulu taka lut í bæði liðkapping og einstaklingakappingum.
? Tað er torført at vinna nakað heiðursmerki í liðkappingini, men eg havi stórar vónir til úrslitini í einstaklingakappingunum, sigur venjarin.
Væntar sær góð úrslit
Bjartur Lamhauge og Erland Poulsen eru seedaðir millum átta teir bestu í einstaklingakappingina, og venjari teirra roknar eisini við, at teir kunnu fáa góð úrslit.
? Eg rokni við, at vit kunnu fáa onkrar spælarar í hálvfinaluna, og serliga í einstaklingakappingini hjá monnum er møguleiki at vinna heiðursmerki, heldur Aritra Nandy.
? Vit hava vant nógv, og vit hava allatíðina stíla eftir góðum úrslitum á Oyggjaleikunum. Hetta er ein spennandi avbjóðing fyri føroysku spælararnar, og á Oyggjaleikunum vita teir, at teir kunnu standa seg væl, heldur hann.
Føroyskir spælarar vóru við í HM fyri lið í Hollandi fyrr í ár, og har tapti liðið tveir tættar dystir fyri Surinam og Turkalandi.
? Tað var nakað heilt nýtt fyri okkara spælarar, men nú verða teir við í eini kapping, sum teir kenna. Teir vita, hvørji nógvir av mótstøðufólkunum eru, og teir vita, at tað ber til at vinna, sigur Aritra Nandy.
Sunnudagin og mánadagin er liðkappingin, og frá mikudegnum til fríggjadagin eru kappingar í einmansleiki.
Badmintonspælarar:
Guðrun Jacobsen
Bjartur Lamhauge
Erland Poulsen
Rani í Líð
Aksel Poulsen
Guri Poulsen
Ingun Hansen
Ragnar Rasmussen