Venjing: Her er liðið

Landsliðsvenjingin fyrra partin í dag gav nógvar ábendingar um liðið

Landsliðið hevur í dag havt sína aðru venjing í Portugal, undan dystinum hóskvøldið. Venjingin í dag var taktiskt og gav greiðar ábendingar um hvussu Lars Olsen ætlar at stilla upp.

 

Les eisini: Lars Olsen greiðir frá nýggju spælskipanini

 

Hann hevur boðað frá kollvelting í spælskipanini og tað sást aftur á venjingini. Liðið vandi fyri fyrstu ferð undir Lars Olsen við trimum í miðverjuni. Odmari Færø í høgru, Rógvi Baldvinsson í vinstru og Atla Gregersen í miðjuni.

 

Les eisini: Hallur Hansson ikki tøkur til Andorra

 

Á vongbakkunum vóru Jónas Tór Næs og Viljormur Davidsen. Mitt á miðjuni vóru René Shaki Joensen og Róaldur Jakobsen. Frammanfyri teir Sølvi Vatnhamar í høgru og Gilli Rólantsson í vinstru, meðan Jóan Símun Edmundsson var álopinum.

 

Les eisini: René glaður fyri Grindavík - ivasamur í morgin

 

Løtu seinni skifti hann manningina út og gav ábendingar um hvør er avloysari hvar. Her kom Hørður Askham inn sum vinstri miðverji, Karl Løkin og Eli F. Nielsen á miðjuna, Ári M. Jónsson á vinstra vongbakkin, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu og Klæmint A. Olsen komu á framrættaðu miðvallaraplássini og Patrik Johannesen í álopið

 

Vit gita: (3-4-3)

Gunnar Nielsen

Odmar Færø, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson

Jónas Tór Næs, René Shaki Joensen (ivasmur vegna skaða), Róaldur Jakobsen, Viljormur Davidsen

Sølvi Vatnhamar, Gilli Róaltsson

Jóan Símun Edmundsson