Venjing og ikki pengar geva úrslit (FM1)

(FM1) Hoyr tað sum Svenn Ó. Olsen og Hans Jørgen Djurhuus søgdu um 1. deild og fíggjarkarmar

Í upptaktini hjá FM1, ið verður send úr Sarpugerði prátar Petur Asbjørn Lervig við Svenn Ó. Olsen og Hans Jørgen Djurhuus.

 

Fyrsta partin av sendingini umrøddu Petur Asbjørn, Svenn og Hans Jørgen 1. deild og uppflyting.

 

Teir gleða seg til lokaluppgerðirnar millum Víking og ÍF. Svenn Ó. Olsen heldur avgjørt ikki, at pengar spæla so stóran leiklut sum summi feløg í 1. deild gera tað til. Tað er venjing og hart arbeiði sum skapa úrslit, slær Svenn Ó. Olsen fast.

 

- Eingin fótbóltsspælari kann keypa seg góðan, tað gerst bara við nógvari venjing, sigur Svenn Ó. Olsen.

 

Svenn Ó. Olsen staðfestir eisini, at tað eru ikki so nógvir eykaleikarar hjá Betrideildarliðum sum hava spælt í 1. deild í ár sum tað verður gjørt til. Hann hevur kannað á Faroesoccer, og heldur ikki, at talið er so stórt sum tað verður gjørt til. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað sum Svenn Ó. Olsen og Hans Jørgen Djurhuus høvdu at siga um 1. deild og uppflyting.