Danski flokkurin Venstre hevur søguliga lítla undirtøku í nýggjastu veljarakanningini, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.
Flokkurin fær 7,1 prosent. Tað er vánaligasta úrslitið hjá Venstre, síðani Voxmeter byrjaði at gera kanningarnar fyri tíðindastovuna í 2001.
Munurin er stórur samanborið við undirtøkuna, sum flokkurin áður hevur havt. Í einari kanning í september 2012 fekk Venstre heili 35,8 prosent.
Venstre hevur eisini sitið við forsætisráðharrasessinum í fleiri umførum síðani 2001. Anders Fogh Rasmussen var forsætisráðharri frá 2001 til 2009, og Lars Løkke Rasmussen røkti starvið frá 2009 til 2011 og aftur frá 2015 til 2019.
Vánaliga kanningin kemur eftir eina ófriðarliga tíð hjá flokkinum, sum hevur røtur í danska landbúnaðinum.
Fyrst Søren Gade og síðani fýra aðrir fólkatingslimir valdu at ganga ímóti floksleiðsluni í málinum um umstríddu taðingarlógina. Hon skal áseta kvotur fyri, hvussu nógv køvievni danskir bøndur kunnu lata út í firðir og fram við strondunum.
Harvið gingu fimm av teimum 18 fólkatingslimunum hjá Venstre ímóti kósini hjá formanninum, Troels Lund Poulsen.
Hann hevur eisini verið fyri atfinningum frá øðrum borgarligum floksleiðarum.
Í august segði Inger Støjberg í TV 2-sendingini »Besserwisserne«, at hon saknaði leiðslu frá honum. Hon segði seg hava sæð Troels Lund Poulsen sum náttúrliga leiðaran fyri bláa vongin, men legði afturat, at tað krevur, at hann tekur leiðsluna alla tíðina.
Ritzau











