Í dag er ein lagnudagur fyri bretsku tjóðina og ES, nú bretar fara í valhølini og seta ein kross við, um tey ynskja at Bretland framhaldandi verður ein partur av Evropeiska Samveldinum ella melda seg úr felagsskapinum.
Vikuskiftis Sosialurin varpaði fríggjadagin á hvørjar avleiðingar eitt nei til ES kann hava fyri Føroyar, har millum annað Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, vísti á, at eitt nei til ES merkir, at handilssáttmálin millum Bretland og Føroyar má fáast í lag av nýggjum.
- Eg kundi eisini hugsa mær, at landsstýrið ger skjótt av og hevur eina áheitan klára til bretskar myndugleikar so skjótt úrslitið er greitt. Tað er týdningarmikið, at vit ikki lena okkum afturá og enda aftast í eini bíðirøð. Tí tann bíðirøðin verður væntandi long við londum, ið ynskja at samráðast, segði Marita Rasmussen um vikuskiftið.
Vit eru klár
Tað er Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, ið hevur millumlanda handilssáttmálar um hendi, og varðar hann eisini av føroysku sendistovunum kring heimin, harímillum føroysku sendistovuni í London.
Við Sosialin upplýsir hann, at bæði á sendistovuni og í aðalráðnum eru tey klár, um bretar atkvøða nei til ES, tó at hann ikki er heilt samdur við Maritu Rasmussen í, at tað er neyðugt at vera millum fyrstu londini, ið taka samband við bretsku stjórnina.
- Vit eru púra klár. Men her er talan um eitt mál, ið fer at taka tíð. Tað sigi eg ikki tí, at vit eru ósamd í, at tað skal ganga skjótt fyri seg, men vit mugu vænta at bretar taka sær tíð. Tað nyttar ikki at ímynda sær, at vit sleppa fremst í bíðirøðina bara tí, at vit eru fyrstir at banka á dyrnar til Downing Street. Tað er ikki sannlíkt, sigur Poul Michelsen, og heldur fram.
- Hetta er ikki nakað, ið fer at henda hósdagin. Avgerðin verður tikin tá, men avleiðingarnar síggjast ikki fyrr enn seinni. Men hóast Bretland verður verandi í ES, so vita vit longu nú, at nakrar broytingar verða framdar. Harímillum eru viðurskiftini hjá útlendingum í Bretlandi, og kanna okkara fólk í løtuni hvønn týdning tað fær fyri føroyingar.
Fiskavørurnar størsta týdning
At eitt Brexit kann fáa stórar avleiðingar fyri føroyska vinnuna er Poul Michelsen ikki í iva um, tó at útflutningurin til Bretlands hevur verið minkandi síðstu árini.
- Hóast útflutningurin er minkaður síðstu árini, so er Bretland enn ein týdningarmikil marknaður. Tað sum kann raka Føroyar er, um tollur verður settur á okkara fiskavørur. Sum nú er, so hevur føroyska rávøra tollfría atgongd til bretska marknaðin gjøgnum handilssáttmálan við ES. So tað kann verða trupult, um tað broytist, og mugu vit gera okkurt til, at tað ikki hendir.
Um so er, at Bretland fer úr samveldinum, so væntar landsstýrismaður ikki, at tað verður leingi áðrenn eitt upplegg er klárt.
- Vit gera eitt upplegg til ein handilssáttmála. Vit hava sáttmálar, ið eru klárir at kopiera og tilpassað til bretska marknaðin. So vit eru so klár sum vit kunnu vera, sigur Poul Michelsen.
Hava fleiri amboð
Tað verður tó fyrst tá Bretland atkvøðir nei til ES, at veruliga gongd kemur á arbeiðið at tryggja viðurskiftini millum grannarnar báðar, upplýsir Poul Michelsen. Fram til tá eru møguligu avleiðingarnar av einum Brexit nevniliga ikki nóg greiðar.
- Eingin veit í dag hvat fer at henda, um bretar fara úr ES. Tað eru alt gitingar, um hvat møguliga fer at henda. Men tá vit vita hvat hendir, so er sendistovan í Bretland klár at gera tað, ið er neyðugt, sigur Poul Michelsen.
Umframt sendistovuna í London, so metir Poul Michelsen at Føroyanevndin í Westminster verður týdningarmikil fyri at tryggja góða sambandið millum londini bæði.
- Sendistovan hjá okkum í London fylgir við støðuni, men so hava vit eisini Føroyanevndina í Westminster, ið er ein nevnd við bretskum tingfólkum. Endamálið hjá henni er at tryggja samstarvið og áhugamálini millum londini, og fara vit at samskifta við tey, sigur Poul Michelsen.
Hendan greinin var fyrstu ferð at lesa í Vikuskiftis Sosialinum 17-06-2016.