Eitt umfatandi lágtrýst liggur til fríggjadagin nærum í stað yvir bretsku oyggjunum og køld luft streymar framvegis oman yvir Føroyar av landnyrðingi. Um vikuskiftið førkar lágtrýstið seg í ein landnyrðing og brúgvaløg við ælingi fara komandi tíðina fram við Føroyum av útsynningi.
Í dag verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar og hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein vestan. Turt og sólglottar og hitin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein sunnan og landsynning. Turt og sólglottar, men um náttina skýggjað og regn av útsynningi. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina um 8 stig.
Sunnudagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Samdrigið og stundum reg, um kvøldið klárar í, men út á náttina varandi regn av útsynningi. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein sunnan og útsynning. Skýggjað og regn, men um kvøldið turt og tað klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.
Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar, hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina um 10 stig.