Eitt stórt men veikt lágtrýstsøki, undir 995 hPa, liggur mest sum í stað millum Ísland, Skotland og Norðhavið, men fyllist so líðandi. Køld og óstøðug luft við vetrarælum liggur framvegis yvir økinum. Í morgin nærkast eitt lágrýst Føroyum av útsynningi og tilhoyrandi brúgvaløgini fara framvið mánadagin. Síðani kemur ein streymur av lýggjari luft av útsynningi, saman við fleiri lágtrýstum og brúgvaløgum.
Veðrið í dag
Lot til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Sólglottar, møguliga okkurt kavaæl, serliga fyrrapartin. Hitin úr frostmarkinum niður í 4 kuldastig. Í nát eitt lot av eystri, undir 5 m/s. Klárt, men móti morgni dregur samanum. Hitin millum 8 kuldastig og 2 hitastig, men seint á náttina veksur hitin nakað.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Út á dagin øtlar hann vindin og móti kvøldið verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn, møguliga sum vátaslettingur at byrja við. Hitin millum 2 kuldastig og 4 hitastig, seinni upp í millum 3 og 7 hitastig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og norðri, eitt bil av ymsum ættum, 8 til 13 m/s. Stundum ælaveður. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi og regn. Hitin millum 4 og 8 stig.
Týsdagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina slær hann yvir í landsynning. Skýggjað og regn ella ælaveður, um náttina klárar í og yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Mikudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, seinni hækkar hann í norðan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, um náttina samdrigið og ælaveður. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, sum frá líður vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 5 stig.