Føroya Tele bjóðaði í morgun bíligar telepakkar, sum kunnu kollvelta marknaðin. Meira enn helvtin er at spara í mun til vanlig hald.
Tríggir tímar kosta 197 krónur, seks tímar 267 krónur og frí tala 297 krónur.
Tað var tað, Føroya Tele, ella Ver kann bjóða viðskitafólki sínum.
Ver hevur arbeitt við konseptinum í eitt hálvt árs tíð, og nú var so komið hartil, at tilboðini kundu bjóðast fram.
- Tað verður munandi bíligari at vera kundi hjá Føroya Tele nú, og í mun til eitt vanligt hald kemur prísurin niður í helmingin, sigur Símun Skaalum Petersen, sum hevur verið verkætlanarleiðari.
Hann leggur dent á, at talan verður um óavmarkaða mongd av sms í hvørjum pakka sær, umframt 50 MB, sum kunnu økjast fyri ein sámiligan penga.
Kundin skal sjálvur inn á heimasíðuna www.ver.fo og bíleggja haldini og rinda fyri tey.
- Men hetta verður gjørt ógvuliga pedagogiskt, so tað er ein stig fyri stig gongd, sum ger tað ógvuliga lætt hjá kundanum at keypa nýggja talutíð, sigur Símun Skaalum Petersen.
Hann roknar við, at kundin fer at taka væl ímóti nýggju haldunum, sum Føroya Tele hevur lagt dent á at gera so lætt at fáast við sum gjørligt.
Nýggju haldini verða klár at taka í nýtslu beint sum tíðindafundurin er liðugur.