Nú Tjóðveldi er farið til Skotlands at feira ein møguligan skilna ímillum Skotland og Ongland, so tykist tað sum um okkara loysingarfólk bara hugsa, at loysir Skotland frá Onglandi so er nærmast himmiríki á jørð, serliga fyri føroyingar.
Hoyrdi Bjørt Samuelsen á Rás 2, har hon legði stóran dent á, at tey fóru niður at stuðla systurflokkinum og leiðaranum Alex Salmond. Í dag hevur Kristina Háfoss grein, um hvussu stórur fyrimunur tað verður fyri Føroyar um flokkurin hjá Alex Salmond (SNP) vinnur fólkaatkvøðuna og Skotland verður sjálvstøðugt.
Tað tykist, sum tjóðveldisfólkini hava gloymt, at formaðurin í SNP Alex Salmond var tann fyrsti persónur, sum alment kravdi at ES og Noreg settu tiltøk í verk ímóti makrelfiskiskapinum hjá føroyingum.
Hetta var eftir at Jupiter í august í 2010 skuldi landa makrel í Skotlandi, men var rikin frá kai aftur uttan at sleppa av við veiðina. Fyrstur at gera vart við seg eftir tað hendingina var Alex Salmond har hann harðliga kravdi at ES setti tiltøk í verk ímóti Føroyum.
Sama heilsan fór eisini til Noregs, sum gjørdi skjótt av og steðgaði føroyskum makrel landingum í Noregi.
Havi trupult við at fylgja Kristinu Háfoss, tá hon sigur at Alex Salmond og SNP fara at virka fyri at Føroyar blíva ein miðdepil í norðuratlantshavi.