Verður hetta Sandoyggin?

Okkara grannar í Shetland hava nú sera nógvar vindmyllur. Ikki minni enn 103 stórar vindmyllur eru settar upp á Mainland, tey rópa. Ein onnur stór vindmyllulund er ætlað á oynni Yell.

Allar hesar vindmyllur skammskemma Shetland í sera storan mun og eru til stóran ampa fyri nátturu og fuglar og vit hoyra um fólk sum bugva nær hesum myllum nú royna at selja hús sini orsakað av larmi og skugga effekt.

 

Skotskur stór kapitalur eigur hesar myllur og fer øll orkan við storum kaðali inn á Skotska netið.

 

Shetlendarar fáa litið og onki fyri at offra sinar oyggjar.  Samfelagið sum so fær litið burturur og er yvirhøvur sera stór og vaksandi missnøgd eisni hja SIC  (Shetland Islands Council) Heldur ikki fær lokalsamfelagið nakað av hesum vindmátti til upphitingar – alt fer til Skotlands.

 

I Noregi eru so at siga allar størri vindmyllulundir seldar til altjóða kapitalgrunnar

 

Eg eri vissur í at sama myndin sum er i Shetlandi fer at verða Sandoynni til lut um Yvirfriðingarnevndin og Sands Kommuna loyva ætlanina i Klivaløkshaga, ein ætlan sum fer at fara ómetaliga illa við náttúru og fuglalívi. Ætlaði vegurin til Klivaløkshaga fer at fara gjøgnum dýrabar vátlendi og mýrar, fer at dálka áir og vøtn og taka støði undan  grøna rákinum a Sandi, fer at skada ferðamannavinnuni i Sandoynni og sethúsaprísir á Sandi fara niður, ongin vinnur nakað, øll verða taparar.

 

 Persónliga eri eg harmur um at FNÚ ikki tekur greiða frástøðu frá hesi ætlan hjá Umhvørvisstovuni,  sum hevur litlan og ongan týdning fyri okkara elframleiðslu og grøna orkuskifti yvirhøvur. Sandoyggin er veruliga ein náttúru perla sum vit mugu verja og fara væl um.

 

Johan Mortensen