Bogi Andreasen
-------
Sovorðin øði hevur sjáldan verið í løgtinginum. Á miðari nátt játtar ein meiriluti 20 mió til Salt, ein annar 250 mió til nýtt havrannsóknarskip,
ein triði áleggur fiskimonnum ‘loysigjald’ fyri at sleppa at fiska makrel,
ein fjórði bannar smábátum at royna innan fyri 3 fjórðingar, ein fimti samtykkir búskapargrunn av savna ‘tilfeingisgjald í’, osfrv.
Harmiligt at síggja okkara høvuðsvinnu so illa viðfarna. Hon, sum føðir og klæðir okkum øll.
Okkara sjómenn fiskaðu ½ miljón tons í 2009 av ‘ogn Føroya fólks’. Tað svarar til 11 tons av fiski pr. føroying í miðal.
Til sammetingar fiskar Ísland 4 tons pr. íslending, Grønland 2 tons pr. grønlending, og Noreg 0,4 tons pr. norðmann, (alt smbr. Hagstovuni).
Hví eru vit so ill ella líkasæl við okkara høvuðsvinnu?
Serliga tey, sum arbeiða á landi, og mest vit, sum fáa løn frá tí almenna, áttu at borið tey, sum fiska og arbeiða við fiski, á lógvum.
Er tað ikki fantastiska væl klárað av 1.600 fólkum í fiskivinnuni (og 500 í alivinnuni) at føða og klæða 50.000 føroyingar? Hvør onnur fiskivinna í verðini hevði klárað tað?
Verið tí góð við fiskivinnuna! Leggið hana ikki í fleiri almenn høft!
Loysið hana ikki frá privata ognarrættinum! Tí so fíggjar eingin føroysk fiskiskip aftur! So doyggja vit í hungri og mugu flyta burtur.