Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt eina leiðbeining, ið hevur til endamáls at bjarga fólki undan búkilsku av bakteriu.
Mælt verður til at vera sera varin. Jólarættirnir skulu borðreiðast kókandi heitir, og maturin skal setast í kuldaskápið beint sum liðugt er at eta. Hesi eru boðini, um tú vilt sleppa undan búkilsku vegna bakteriu.
Um jóltíðir verður nógv gjørt burturúr matgerðini, og maturin er við til at skapa hugna og samanhald. Tað er tó skjótt, at maturin verður fongdur við alskyns bakterium, sum kunnu spilla jólahugnan.
Hitið matin
Tað er umráðandi, at ein rættur, ið skal borðreiðast lunkaður, verður hitaður væl ígjøgnum, og hann skal borðreiðast kókandi heitur. Hetta ger, at sjúkuelvandi bakteriur verður dripnar.
Um maturin skal hitast uppaftur dagin eftir er umráðandi, at hann er settur í kuldaskáp, beint sum máltíðin er liðug. Tá maturin verður borðreiddur aðru ferð, skal hann hitast væl ígjøgnum enn einaferð. Heitir rættir eiga bert at verða upphitaðir aftur eina ferð.
Allar matrestir skulu goymast í kuldaskápi við 5 hitastig ella lægri. Allar matvørur, ið spillast lætt, eiga at verða goymd í kuldaskápi við mesta lagi fimm hitastig. Nærum ongar bakteriur nørast við 5 hitastig ella lægri.
Ruddið kuldaskápið
Umráðandi er eisini, at maturin ikki liggur ov tætt í kuldaskápinum, tí so verður ov lítið av luft millum vørurnar, og hitin kann tískil hækka. Fyrireiking til jóla kann vera at rudda kuldaskápið, so gott pláss verður til vørurnar. Tær matvørurnar, ið ikki tørva kuldaskápshita, kunnu setast aðrastaðni.
Tað er harumframt eisini týdningarmikið, at ráur matur ikki kemur í samband við lidnan mat, so bakteriur ikki spjaðast á tann hátt.
Best er at gera ein rætt í senn og at vaska hendur, brettir, íløt, knívar og onnur amboð hvørja ferð skift verður ímillum tey ymsu matsløgini. Soleiðis slepst undan at spjaða bakteriur millum teir ymsu rættirnar.