Verja oljupallar ímóti yvirgangi

Myndugleikarnir í meksiko bera ótta fyri, at yvirgangsmenn fara at søkja at landsins oljupallum, og tí hevur stjórnin sett tvey herskip afturat at ansa eftir, at óviðkomandi før ikki sleppa ov nær pallunum.

Umleið 80 prosent av meksikonsku oljuni kemur frá pallum í Campeche-víkini við Meksikanska Flógvan, og eftirlitið har er hert munandi síðani atsóknirnar at USA fyri skjótt trimum árum síðani. Fleiri herskip sigla í økinum, og harafturat eru jagaraflogfør og tyrlur javnan á flogi uppi yvir pallunum. Herfyri keypti Meksiko tvey smá herskip úr Ísrael, og tey eru nú send út í Campeche-víkina at hava eftirlit við ferðsluni har.

Ein stórur partur av meksikonsku oljuni fer til amerikanska marknaðin, og tí bera myndugleikarnir ótta fyri, at yvirgangsmenn fara at royna at steðga útflutninginum til USA.