Verja seg móti ákærum

Qatar World Cup nevndin hevur vart boð sítt at verða vertur fyri 2022 kappingini, eftir at The Telegraph hevur varpa ljós á handfaringina.

Qatar World Cup nevndin hevur vart boð sítt at verða vertur fyri 2022 kappingini, eftir at The Telegraph hevur varpa ljós á handfaringina.

 

Tað skrivar BBC Sports.

 

Tað er fyrrverandi FIFA varaformaðurin, Jack Warner, sum skal hava tikið ímóti 1,2 milliónum pundum frá frá einum felag, sum ein fyrrverandi fótbólts persónur frá Qatar hevur goldið.

 

Men World Cup nevndin í Qatar sigur, at boðið var fult í tráð við FIFA reglar, og at nevndin á ongan hátt kendi til nakrar óreglugerðir framdar av priatum persónum.

 

The Telegraph vil vera við, at Jack Warner og synir hansara eru mutraðir við 1,2 milliónum pundum av einum felag, sum Mohammed Bin Hammam eigur.

 

Bin Hammam var í fleiri ár ein stekrur maður í FIFA, men var bannaður fyri lívið av leiðsuni í FIFA eftir at ákærur um áhugastríð, meðan hann sat sum ovasti fyri Asiatiskum fótbólti.

 

- Eg havi ongan áhuga í at gera viðmerkingar til tílíkt fjas, sum gongur fyri seg um Qatar og Jack Warner, sigur Warner.

 

- Eg havi heldur ongan hug til at taka lut í teirri heksajakt, sum verður framd móti 2022 World Cup landinum. Og hetta skulu tit taka sum mína einastu viðmerking til málið, sigur Jack Warner.

 

Jack Warner kemur frá Trinidad.