Verjið føroysk áhugamál

Kravið um at nýta føroyskar havnir, tænastur og flogvøllir verður tilskilað í komandi oljulóggávu er rímuligt og eigur at verða soleiðis.

Í Degi & Viku hóskvøldið hoyrdu vit framsøgumenn hjá SAGA og PHILLIPS taka undir við hesum treytað av, at vit eru kappingarførir.

Tað er eyðsýnt, at vit royna at laga garð um tað, sum er føroyskt og verja okkara áhugamál eins og norðmenn hava gjørt.

Hetta er okkara samfelag, okkara olja og okkara treytir. Take it or leave it!

Vit mugu ikki gloyma proportiónirnar. Vit, 45.000 sálir, kunnu ikki kappast á jøvnum føti við 350 mió. av fólki, sum EU er í dag. Eg haldi, at altjóða oljuvinnan skilir og respekterar hetta.

Hugaligt er, at tvørámenn leggja til brots og royna at fáa ein basa upp at standa. Fáa teir hetta í lag, vil hetta uttan iva eisini hava eitt positivt árin á ætlanir okkara, um at fáa Sandoynna við í framtíðar føroyska oljusamfelagið.

Nú er ikki at ganga í smáum skóm, her verður nokk til allar vinnur.


    Tórur Johannessen