Verjuleysir Neistamenn

Høgni Klein, Finnur Hansson og hinir á Kyndils-liðnum fingu veruliga glið á álopsspælið sunnudagin. Men teir vóru nú eisini væl stuðlaðir av eini Neista-verju, sum sjáldan fann rætta stevið

Kyndil-Neistin 39-35 (20-16):


Tað kann væl vera, at Neistin mest sum hevur vissað sær sætið í FM-finaluni hjá monnum. Men Kyndil hevur longu vissað sær pláss í steypafinaluni, sum verður um eina viku. Og tann faktorurin tóktist vera tann nógv meira motiverandi, tá liðini hittust á Hálsi sunnudagin.


Vána verjuspæl

74 mál í einum og sama hondbóltsdysti boða ikki frá nøkrum serliga sannførandi verjuspæli. Og tað var nú heldur ikki tann partin, sum liðini løgdu størsta dentin á sunnudagin.

Kyndil legði hart út, hóast tað var líkt til, at venjarin royndi at spara onkrar av spælarunum, sum vanliga verða roknaðir millum teir fyrstu sjey á vøllinum.

Serstakliga riggaði álopsparturin á liðnum væl, tá liðið við toli og umhugsni spældi bóltin runt, til avgerandi gloppið var at hóma í Neista-verjuni. Og tað var nú ikki so sjáldan, at hetta kom. Neista-verjan hevði ilt við at koma út til skotsterku bakspælararnar hjá Kyndli, og fáa menn sum Finnur Hansson og Høgni Klein møguleika at spáka sær inn um tríggja-metra strikuna, áðrenn teir fáa sær ferð og avsett, so er hampuliga lítið at gera hjá málverjanum.

Eina løtu hjálpti tað, at Ingi Olsen sjálvir fór á vøllin at røkja leiklutin sum skeivur eittari, soleiðis at hann fekk skermað Høgna nakað. Men skjótt fekk Kyndil eisini stillað tann partin av liðnum, og tá plássið inni á strikuni gjørdist betri, fór Janus Einar Sørensen veruliga at gera um seg. Og tí broytingina fekk Neistin ongan tíð veruliga fatur á. Og so munaði tað lítið, at Roar Dalsgarð nakrar ferðir at kalla skeyt gjøgnum heilt, tá hann langaði bóltarnar í Kyndils-meskarnar.


Útlendingapolitikkur

Eitt tað truplasta málið hjá Innlendismálaráðnum í seinastu samgonguni var útlendingamálið, sum ongan tíð fann nakra veruliga loysn. Og nú vit skriva 2008 tykist Neistin eisini at hava sína útgávu av trupulleikanum.

Hesa ferð var ein avleiðing, at Blagoje Buja byrjaði á beinkinum, tí við Namanja Racic og Jugoslav Djumic á vøllinum var bert rúm fyri einum útlendskum spælara afturat. Og so var spurningurin, hvør hesin skuldi verða.

Umframt Buha hevur Neistin eisini Jacob Larsen í hópinum, sum eisini telur Jakob Jónsson til næsta dyst. Tað vil við øðrum orðum siga, at útlendingatalið á liðnum er tvey hægri enn sjálv kvotan. Og tað gevur sjálvandi høvuðbrýggj, tá útskiftingarbonkurin skal taka støðu til, hvør skal tveitast í spæl ella ikki.


Álopið er lykilin

Tann trupulleikan hevur Kyndil tó ikki. Og hóast Neistin fekk síni 35 mál, so hevði Kyndil sum heild ikki teir heilt stóru trupulleikarnar sunnudagin.

Hóast møguleikin framvegis er fyri at røkka FM-finaluni, so mundi tað vera fínpussin av forminum undan steypafinaluni, sum stóð ovast á skránni, og tann parturin gekk nú eisini hampuliga væl. Fyrst og fremst í álopspartinum, har liðið megnaði at halda talið av mistøkum á einum minimum. Og tað man vera fyrsta fortreytin, um spælt verður móti kontrasterka StÍF-liðnum.

Og megna teir grønu so eisini at tuna verjupartin til, er ikki óhugsandi, at teir kunnu gera um seg í finaluni, tá hendan stendur á skránni komandi leygardag.


Fakta um dystin

Kyndil-Neistin 39-35 (20-16)

10 min: 7-5

20 min: 13-10

40 min: 28-23

50 min: 33-27

Málskjúttar

Kyndil: Finnur Hansson 9, Janus Einar Sørensen 8(2), Hjalti M. Jacobsen 7, Høgni Klein 6, Hans Áki Dal Christiansen 5, Hanus Johansen 1, Josef Abrahamsen 1, Ken Zachariasen 1, Rani Ellingsgaard 1

Neistin: Roar Dalsgarð 9(1), Jugoslav Djumic 6, Tróndur Kragesteen 5, Bogi Berg 3, Blagoje Buha 3(2), Karl Herup Olsen 3, Dann Thorleifsson 2, Ingi Olsen 2, Jóhan Brekstein 1, Karl Oddmar Rasmussen 1

Brotskøst: Kyndil 4, Neistin 4

Útvísingar: Kyndil 1, Neistin 2

Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen