Heili 71 mál komu í teir 60 minuttirnar, dysturin í Vestmanna millum VÍF og H71 vardi. Tað gevur eitt meðaltal upp á næstan 1,2 mál um minuttin! Og allíkavæl kemur hetta ikki undir ógloymandi undirhald, skulu vit heilsa og siga?
Toppskjúttarnir í dystinum, vestmenningurin Ingi Olsen og hoyvíkingurin Halgir Dahl Olesen, sum tilsamans skutu 21 av teimum 71 málunum, eru samdir um, at tvær vánaligar verjur vóru orsøk til tey mongu málini.
? Undir øllum vanligum umstøðum skuldu vit vunnið ein hondbóltsdyst, tá tað eydnast okkum at fáa 31 mál, men tá vit í verjuni lata uppaftur fleiri mál inn, ber ikki til at vinna. Ein orsøk til tað var, at Bárður Brimvík ikki fekk verið við okkum hesa ferð, tí hann plagar at vera serliga stinnur í verjuni, sigur Halgir Dahl Olesen.
? Hóast vit fylgdu væl við allan fyrra hálvleik, vóru tað mest skjótálopini hjá VÍF, sum avgjørdu alt til teirra fyrimun í seinna hálvleiki, tá vit fullkomuliga steðgaðu upp.
Ingi Olsen tekur undir við Halgiri í, at tað var øgiliga javnt í fyrra hálvleiki, og hálvleiksstøðan 17-15 sigur eisini nakað um, at so var.
? Í veruleikanum vóru tað hoyvíkingarnir, ið vóru teir fyrru at koma á odda meginpartin av fyrra hálvleiki, men beint fyri steðgin sluppu vit fram um teir, sigur hann.
? Og tá vit so beinanvegin í seinna hálvleiki fóru eitt sindur frá teimum, kom skjótt til sjóndar, at teir ikki høvdu líka nógv at spæla fyri, sum vit høvdu.
Kunnu avgera sjálvir
VÍF hevði sanniliga eisini nógv at spæla fyri, tí hesin dysturin mátti vinnast, skuldi tað bera til at halda stand mótvegis StÍF, sum hevur sama stigatal sum VÍF, men eina heldur verri málúrtøku.
? At vit vinna við níggju málum, samstundis sum Kyndil vinnur á StÍF, ger sítt til, at hetta fyri okkara viðkomandi hevur verið eitt fínt vikuskiftið, sigur Ingi Olsen.
? Nú er tað upp til okkum sjálvar at avgera, hvør lagnan verður, tí vit hava eina øgiliga góða málúrtøku og skulu bara syrgja fyri, at einki av hinum liðunum sleppur fram um okkum.
Hóast hetta ikki hevur verið besta kappingarárið hjá VÍF, so er tað júst málúrtøkan, ið letur vestmenningar vera skutin framman fyri strandingar: Yvirskotið hjá VÍF er 96 mál og hjá StÍF 65, so har eru heili 31 mál á muni.
? Vit hava tíbetur ikki fleiri dystir eftir móti Kyndli, men í síðsta dystinum kemur StÍF til Vestmanna. Enn vita vit ikki, hvussu støðan sær út til ta tíð, men hinir dystirnir hjá okkum skuldu á pappírinum verið nakað, vit áttu at fingið fult stigatal burturúr.
Hjálpandi hond
Tað kundi eisini meiri enn so hent seg, at ein hjálpandi hond kundi komið frá hoyvíkingum, sum í sínum næsta dysti spæla móti júst StÍF.
? Í endaspælinum hava vit nú havt tveir vánaligar dystir, sum vóru hesin móti VÍF og tann síðsti hjá okkum móti Neistanum. Men annars hevur eingin smurt okkum av, og uttan heiðursmerki ella aftasta pláss í eygsjón kunnu vit spæla meira frígjørt, sigur Halgir Dahl Olesen.
? Sjálvt um tað kann tykjast eitt sindur keðiligt bara at vera við nú móti endanum, er hýrurin góður í hópinum hjá okkum. Vit vilja vinna dystirnar, sjálvt um vit hvørki kunnu fara ein ella annan veg. Og kunnu vit so ávirka oddastríðið eitt sindur, er tað ikki verri.
Dysturin í tølum
VÍF-H71 40-31 (17-15)
Málskjúttar:
VÍF: Ingi Olsen 10 (2), Agnar Joensen 9, Áki Olsen 8, John Zachariasen 6, Ólavur Brimnes 5, Áki Gaardbo Olsen 1 (1), Daniel Rapa 1
H71: Halgir Dahl Olesen 11 (1), Johnny Durhuus 8, Uni Wardum 6 (3), Niels Viggo Niclasen 4, Kristian Eli Zachariasen 2
Brotskøst: VÍF 4, H71 7
Útvísingar: VÍF 3, H71 4Dómarar: Birgir Dimon og Kári Niclasen