Verjurnar vóru fremstar

VB tryggjaði sær finaluplássið í dysti við VÍF i einum dyst, har tað serliga var verjuspælið, sum skaraði framúr

Coca-Cola kappingin

VÍF kendi treytirnar, tá tær týskvøldið fóru við Smyrlu um Suðuroyarfjørð. Trý-mála tapið á heimavølli hevði givið teimum eitt sera tungt útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni móti VB, sum hartil hevur havt eitt sera gott tak á VÍF í ár.

Verjurnar avgerandi
Og tað skuldi eisini vísa seg, at VB ikki soleiðis var at syfta á heimavølli. Heldur ikki hóast VÍF fyrstu løtuna royndi at geva teimum ein ordans skelk. Verjan var so tøtt, sum hon sjáldan hevur verið tað áður, og millum annað gav hetta úrslit í, at tað skuldu ganga 13 minuttir, áðrenn VB fyri fyrstu ferð hevði funnið vegin fram til meskarnar.
Hevði effektiviteturin framman fyri VB-málið verið eins stórur, og hann var tað í verjuni, so kundi tað væl verið, at VÍF hevði skapt sær eina avgerandi leiðslu, men hetta megnaðu tær ikki. Partvíst tí eisini VB hevði eina góða verju, og partvíst tí VÍF misnýtti ov nógv.
Og so tók VB seg aftur í dystin. Nú vóru tað tær, sum av álvara fingu sett propp í hjá VÍF, sum bert fekk tvey mál seinasta korterið fyri steðgin.

Gullregnið er av
Tað gav meira frið yvir spælið hjá heimaliðnum, og tó at VÍF eisini royndi at svara aftur í seinna hálvleiki, so eydnaðist hetta ongantíð til fulnar. Tær fingu strítt seg upp aftur á 13-13, men tá VB so svaraði aftur við trimum tøttum málum, var at kalla leyst og liðugt. Sjálv leikararnir hjá VÍF vistu nú av, at tað neyvan bar til at venda hesum.
Tað gjørdi tað ikki, og kanska eitt sindur symptomatiskt fyri VÍF, so slapp VB-málverjin sjálv at enda dystin við einum brotskasti, sum hon smekkaði í netið. Undan hesum hevði hon tikið sær av ikki færri enn fýra av teimum seks brotskøstunum, sum VÍF fekk tillutað, og tí átti hon so sanniliga eisini sín stóra lut í sigrinum.
Og við hesum mundi seinasta vónin hjá VÍF at fáa nakað munagott burtur úr kappingarárinum eisini fara fyri skeyti. Sjálvandi er liðið framvegis við í heiðursmerkjastríðnum í landskappingini, men har tykjast bronsumerkini í løtuni at vera tey mest sannlíku, og tað er neyvan nóg mikið hjá einum liði, sum hesi seinastu trý árini hevur vunnið fýra gull- og tvey silvurmerki.

Tvær ferðir Sjtørnan
Silvurmerkini vórðu veruleiki í fjørð, tá júst VB vísti seg at vera ov sterkt, og enn livir vónin so fyri eini endurtøku av hesum í Vági.
At tað verður tungt, er tó eingin ivi um, og fyri ein stóran part verður tann spurningurin helst svaraður komandi tvey vikuskiftini. Sunnudagin stendur landskappingardystur í Klaksvík á skránni, og við trimum stigum upp til Stjørnuna so er her talan um dyst, sum skal vinnast, um ein ítøkilig vón fyri gullmerkjunum skal varðveitast.
Og so er tað steypafinalan. Her er tað eisini Stjørnan, sum stendur millum VB og gullið, og einki er at ivast í, at tað verða tvey væl mannað áskoðaralið, sum tá fara at gera um seg í Ítróttarhøllini á Hálsi. Tvey áskoðaralið, sum eru von við at gera sínar høllir til ótakiligar borgir hjá sínum liðum. Nú skulu tey royna tað sama á uttanveltaðum leikvølli.

Dysturin í tølum
VB-VÍF 21-18 (8-6)
VB víðari við samanlagt 50-44
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 11(6), Gurið Mortensen 4, Margreth Augustinussen 3, Asta Armonaviziate 1(1), Aukse Vysniaskaite 1, Rannvá Augustinussen 1
VÍF: Ioana Rápa 5(1), Irina Radovici 5, Sóley Mikkelsen 3, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2(1), Fríða Marjunardóttir 1, Jacklin Durhuus 1, Eydna Joensen 1
Brotskøst: VB 9, VÍF 6
Útvísingar: VB 4, VÍF 4
Diskvalifikatión: VÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum.