Verkfall verður mánakvøldið á midnátt

Semingsroyndin í samráðingunum við arbeiðarafeløgini er miseydnað, og verkfall er lýst

– Semingsuppskotið var for langt frá pínumarkinum hjá okkum, sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag við útvarpið.

Hann sigur, at ósemjan snýr seg um pengar.

Hann vildi ikki greiða nærri frá, hvussu verkfallið rakar, men talan er um øll fýra feløgini, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðarafelag. Havnar Arbeiðskvinnufelag samráðist fyri seg. 

Men greitt er, at verkfall er lýst fyri limir í hesum feløgum, og at tað byrjar á midnátt mánakvøldið.