Verkfallið hjá ljósmøðrunum er av

Verkfallið endaði beint nú og ljósmøðurnar fara aftur til arbeiðis

Ljósmøðurnar og Fíggjarmálaráðið hava nú gjørt semju, og sostatt er verkfalllið av.

 

Og tað er í tøkum tíma, tí sambært Ann Danielsen, serlækna í kvinnusjúkum, er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn hetta kostar mannalív. Í nátt var ein barnakona í vanda fyri at bløða burtur, og tær báðar donsku ljósmøðurnar, sum hava verið til arbeiðis, hava givið eftir fyri trýsti og eru farnar av landinum aftur.

 

 

Les meiri her: Lækni: Bara ein spurningur um tíð, áðrenn nakar doyr

 

Fíggjarmálaráðið skrivar nú soleiðis um semjuna: 

Fyri lítlari løtu síðan skrivaðu partarnir undir semju. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum bjóðaði Ljósmøðrafelag føroya til fundar í morgun at viðgera ymiskar loysnir, og endaði hetta við, at partarnir fyri løtu síðan undirskrivaðu 3 ára lønarsáttmála.

 

Talan er um ein 3 ára sáttmála, galdandi frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020.

 

1. okt. 2017 hækkar mánaðarlønin 0,6%

2. okt. 2018 hækkar mánaðarlønin 1,2%

3. okt. 2019 hækkar mánaðarlønin 1,8%.

 

Hartil eru broytingar í sokallaðari skalagongd, ið gera, at endalønin hjá ljósmøðrum hækkar øll 3 árini.

 

Samlaða lønarhækkingin er mett at kosta 8,475% samanlagt yvir 3 ár. Harav triðja árið liggur áleið tað sama sum privati arbeiðsmarknaðurin hevur samtykt í undanfarnum sáttmálum. Eisini fevnir semjan um, at møguligar tímaløntar ljósmøður framyvir fáa eftirløn av løn síni.

 

Hartil eru aðrar broytingar í sáttmálanum. Eitt nú er ásetingin um ferðaendurgjald til avloysarar strikað. Eisini eru tvey protokollat løgd afturat sáttmálanum, ið viðvíkja komandi samráðingum og dagføring av sáttmála.