Verkfallið rakar gistingarhúsini ymiskt

Ymsikt er, sum verkafallið rakar gistingarhúsini kring landið

Óregluliga ferðasambandið, ið stends av verkfallinum, hevur eina týðuliga ávikan á gistingarhúsini. Men ikki einans negativa ávirkan.

Vesturi á Hotel Vágum kunnu tey boða frá eini øking av vitjandi. Orsøkin til tess er stóra óvissan um ferðasambandið millim oyggjarnar og til flogvøllin. Fyri at verða vís í at sleppa við flúgvarunum, velja tey ferðandi at koma til Vágarnar ein dag innan tey skulu flúgva, og gista tá nøkur á Hotellinum.

Men meðan verkfallið gaganar Hotel Vágum, so er støðan ein onnur í Havnini, og Hotel Hafnia kann einans siga frá óhepnum avleiðingunum av verkfallinum.

Hotel Hafnia hevur altíð tap, tá ið verkfall er, og tess longri verkfallið varar, verri gerst støðan á gistingarhúsinum. Hvønn dag ringja fólk fyri at avlýsa ella útseta gistingar og aðrar avtalur á hotellinum. Higartil eru út við 70 bíleggingar av sengrum antin útsettar ella avlýstar. Omaná hesum koma bíleggingar av fundar- og skeiðhølum, sum í byrjanin av verkfallinum gjarna fyrst verða útsettar, men sum síðani, um verkfallið heldur áfram, verða avlýstar.

Trupulleikin er eisini, at allar bíleggingar, sum verða útsettar, skulu rúmast aðrastaðini í álmanakkanum, og tá kann tað henda, at einki pláss er fyri hesum bíleggingunum.

Johan Restorff stjóri á Hotel Hafnia greiður frá, at seinast verkfall var, fór ein heilur mánaður av vitjandi fyri skeyti á hotellinum.