Vit hava nevnt tað fyrr her í Yngd - verkfallið rakar nógv ymisk fólk og nógv ymisk tiltøk. Eitt tað størsta tiltakið, sum er á skránni í Norðurlandahúsinum í ár, er Prix Føroyar finalan, sum verður nú leygarkvøldið. Tað er Norðurlandahúsið sjálvt, sum í samstarvi við Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya hava skipað fyri kappingini, men sum støðan er á almenna arbeiðsmarknaðinum í løtuni, bendir alt á, at tað einans verður Norðurlandahúsið, ið fær gleði av finaluni. Hvørki útvarpið ella sjónvarpið hava undir verandi umstøðum nóg mikið av manning til at senda beinleiðis frá finaluni.
Ber illa til at flyta
Tað sigst, at bæði útvarpsstjórin og sjónvarpsstjórin hava heitt á Norðurlandahúsið um at flyta finaluna, men at leiðslan í mentunarhúsinum ikki hevur gingið hesum ynski á møti. Um hetta er satt, so er tað væl skiljandi, tí tað er ein hópur av finaluluttakarunum, ið eru búsitandi uttanlands, sum longu eru komnir heim til finaluna. Sjálvsagt er tað avmarkað, hvussu leingi tey flestu av hesum hava umstøður til at verða verandi her heima.
Bólkarnir Kjølar, MC Hár og Taxi eru allir í teirri støðu, at ein ella fleiri limir í bólkinum eru búsitandi uttanlands. Haraftrat skal Mark No Limits, ið vann seinastu Prix Føroyar kappingina, eisini verða við sum gestaluttakari, og fleiri av tónleikarunum í MNL eru somuleiðis búsitandi uttanlanda.
Eisini er tað so, at fleiri av dómarunum í finaluni koma úr øðrum londum, og tað ber illa til at heita á hesi fólk um at koma seinni, tá ið verkfallið er av, tí hesi fólk hava uttan iva nógv um at vera, og tað er ikki lætt at finna dagar, har tað liggur fyri hjá teimum at koma hagar.
Vónbrot fyri nógv
Tað er einki at ivast í, at verður verkfallið ikki av áðrenn vikuskiftið, og Prix Føroyar finalan harvið ikki send beinleiðis í luftmiðlum okkara, so verður hetta eitt stórt vónbrot fyri nógv fólk kring alt landið.
Tað eru nógv ung kring allar Føroyar, ið trúfast hava fylgt við í sendingunum frá Prix Føroyar undanumførunum. Illa ber til hjá øllum hesum at leita sær til Havnar leygarkvøldið til finaluna, men um tey vilja fáa nakað við av finaluni, so noyðast tey at verða í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið ella vóna, at verkfallið verður av innan tá.
Tað er heldur einki dulsmál, at tað verður ein smeitur fyri nógvar av finalubólkunum, um ikki verður sent beinleiðis frá finaluni. Eitt slíkt høvi sum ein beinleiðis sending, har ein bólkur vísir sínar dygdir, er ein tann besti møguleikin fyri at selja seg sum bólk. Fleiri av bólkunum, ið verða við í finaluni, eru ikki so kendir millum manna í Føroyum. Nøvn sum Flux, Diatribes, Clickhaze og Tangz, vóru púra ókend, áðrenn farið var undir kappingina, og eitt pláss í einari finalu, sum var send beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi til alt landið, er ein ótrúliga góður møguleiki hjá slíkum bólkum at selja seg til fyriskiparar av ymsikum tiltøkum kring landið.
Tað er greitt, at teir flestu (helst allir) av hesum bólkum hava ein dreym um einaferð at geva fløgu út á marknaðin, men til hetta krevst ein rúgva av peningi. Slíkur eginkapitalur, sum ein bólkur helst skal hava, áðrenn hann fer undir at gera eina fløgu, fæst einans við at spæla til ymisk tiltøk, har man fær eitt oyra aftur fyri. Tískil er tað umráðandi hjá serliga áðurnevndu bólkum, at finalan leygarkvøldið verður send til alt landið.
Avmarkað atgongd
Øll vita vit, at Norðurlandahúsið ikki rúmar eins nógvum fólk, sum tær stóru ítróttarhøllirnar kring landið gera. Av somu orsøk kann roknast við, at atgongumerkini til finaluna leygarkvøldið verða seld skjótt, tí óivað eru tað fleiri, ið vilja tryggja sær, at tey sleppa at uppliva finaluna á ein ella annan hátt.
Tey, sum ætla sær at hoyra Flux, Kjølar, Visible Fish, Diatribes, MC Hár, Clickhaze, Tangz og Taxi í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, hava bert eitt at gera, og tað er at ogna sær eitt atgongumerki sum skjótast, so at tey kunnu verða vís í, at tey sleppa at uppliva eitt av ársins tónleikaligu hæddarpunktum her á landi.