Verkfalsdagur – og koyripengar á tingi

Í morgin fer løg­tingið at við­­­gera upp­­skot­ið hjá Rig­mor Dam, løg­­tings­kvinnu Javn­­að­ar­floks­­ins um at taka av tað ­so­kal­l­­aða kost­n­­­að­­­ar­­end­­­ur­­gjald­ið hjá lands­stýr­is­­fólk­um, sum í veru­­leik­a­­num ­er eitt skatt­a­frítt løn­­ar­­í­skoyti upp til góð­ar 13.000 krón­ur um mán­að­in.

Tað verður sera á­huga­vert at hoyra, hvat fram­søgu­­­fól­k­ini hjá flokk­u­num hava at siga til hetta upp­skot, sum er rætt­i­lig prin­sippi­­elt.

Uppskotið hjá Rigmor Dam er í tveimum. Eitt lóg­ar­­upp­skot um koyri­peng­ar­nar hjá lands­­stýr­is­fólki – og eitt upp­­skot til samtyktar um koyr­­­i­peng­arnar hjá ting­fólki.

Upp­skotini skuldu við­gerast á ting­fundinum síðsta hós­­dag, men tey vórðu útsett – hóast ped­a­gog­ar í verk­fal­l­ið høvdu gjørt seg út at fara á ting­fund.

Vit kunnu so bara vóna, at løg­­­tings­­for­­mað­­ur­in ikki enn ein­­a­ferð útsetir fundin, sum skal vera í morgin, tí tað hevði verið áhguvert at hoyrt, hvat tingfólk siga um hesa út av lagi órímuligu fram­í­hjá­rætt­ind­ini, sum pol­it­ik­ar­ar­nir hava játtað sær sjálvum, samstundis, sum landi stend­ur í andaleypi av verk­fals­stríð­i­num hjá pedagogum.

Vit kunnu bara vóna, at øll í samhugaverkfalli møta upp í løgtinginum at hoyra, um politikarar halda seg vera so nógv meira verd enn vanliligi løntakarin, at gomlu kommunistarnir í Russlandi og gomlu knarkarnir í Kina høvdu rodnað av skomm...