Verklagslógin fyri tingið í heyst

Bjarni Djurholm upplýsti í dag fyri tinginum, at lógarverkið um gerð av Skálafjarðatunli helst verður lagt fyri tingið í heyst Málið um undirsjóvartunnilin varð viðgjørt í dag, og her gav tingið landsstýrismanninum loyvi at fara í samráðingar við eitt ella fleiri feløg um ger av tunlinum.

P/F Skálafjarðartunnilin hevur søkt um konsessión til ger av tunlinum. Hinvegin hevur eitt samtak við Eik, Føroya Banka og TF Holding sagt seg vera til reiðar at standa fyri arbeiðinum. Og at tey rokna við, at arbeiðið at gera tunnilin verður boðið út.