Veruleikar í og hugsjónir fyri Runavíkar kommunu (4. partur av 5)

Øki 6 (Teknisk mál):
Kommunan er stór og víð og á hesum øki er nógv fyri neyðini at gera, bæði í rakstri og íløgum.
Í 2009 og 2010 var økið fyri ógvusligum sparingum orsakað av tí fíggjarligu støðuni, og hevur tað sjálvsagt merkt økið. Tey seinastu tvey árini hava vit so megnað at bøtt um hetta, men her er brúk fyri nógvum peningi. Serliga eru tað vegir og øki, saman við gøtulyktum, sum hava brúk fyri, at nakað munagott verður gjørt. Til hetta krevst nógvur peningur, og koma nokk fleiri ár at ganga, áðrenn vit eru dagførd við hesum, men hetta má nakað gerast við, og neyðugt verður at raðfesta.
Sum teim flestu kunnugt er spillivatnsætlan gjørd fyri alla kommununa, og á hesum øki stendur ikki nóg væl til. Kunngerð sigur okkum, at 1. jan. 2015 eigur spillivatnsætlanin at vera framd, men hesum hava vit ongan møguleika at røkka. Kommunan hevur avgjørt at nýta 5 mió. árliga til hetta, men tað koma at ganga nógv ár, áðrenn spillivatnsætlanin er framd í verki. At fáa hesi viðurskifti í rættlag er av størsta týdningi, ikki bert tí at landsins myndugleikar áleggja okkum hetta, men sanniliga eisini tí vit eiga at hava eitt reint umhvørvi.
Á vatnøkinum standa stórar íløgur fyri framman. Tann størsta íløgan er vatnverkætlanin á Skála, sum fer at framtíðartryggja bæði vinnulívi og húsarhaldi nógv ár fram í tíðina, bæði á vestara og eystara armi í kommununi. Vit eru byrjað í ár, og eiga vit at fáa nyttu av hesi íløgu sum skjótast, og tí verður neyðugt at bera skjótt at.
Tey seinastu árini hevur ikki verið stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum, men hóast tað eiga vit at ogna okkum lendi til endamálið, so vit eru fyrireikað, tá eftirspurningurin aftur veksur. Vit hava ognað okkum nakað av lendi og eiga framhaldandi at gera tað.

Øki 7 (Kommunal virki):
Til hetta øki hoyra m.a havnir, lendingar og bátahyljar.
Á nøkrum av havnaløgunum í kommununi er virksemi, og tað fegnast vit um. Vinnulívið leggur framtíðarætlanir, og hava tær stundum við sær útbyggingar. Her ynskir kommunan at vera ein góður viðspælari og vil gera tað, sum hon kann fyri at skapa so góðar karmar, sum tað nú letur seg gera. Í ár hava vit gjørt nakrar útfyllingar, soleiðis at virksemið kann útbyggjast, og eftir ætlan halda vit fram næsta ár eisini. Kommunan sær tað neyðuga í at hava gott og mennandi samskifti við alt vinnulívið, tí vinnulívið er krumtappurin í kommunubúskapinum.
Fleiri av havnaløgunum í kommununi hava verið og eru eisini í dag nógv brúkt. Stórt slit sæst eisini á í fleiri støðum, og her eiga vit at gera eina støðulýsing av havnaløgunum og so raðfesta umvælingar og dagføringar, sum eru neyðugar at gera.
Yvirskipað hevur verður arbeitt við eini havnaætlan fyri øki á Skálafjørðinum, sum Runavíkar kommuna varar av. Hetta arbeiðið er ikki heilt liðugt enn, og tað verður arbeitt víðari við hesum út frá tí tilfari, sum fyriliggur í dag. Alneyðugt er allatíðina at leggja ætlanir fram í tíðina, soleiðis at vit kunnu vera so væl fyrireikað til framtíðina, sum tað nú einaferð ber til. Oljuveitingarhavnina hava vit, og vit bjóða okkum fram, tá um oljuna ræður, men vit eiga at vera árvakin og fylgja sera væl við tí, sum hendir á hesum øki soleiðis, at vit eru til reiðar, tá oljan verður funnin.
Endamál og ynski mítt er, at Runavíkar kommuna framhaldandi skal vaksa og mennast, og at vit bjóða okkum fram bæði í heimligum og altjóða umhvørvi.