Vestmanna: Kirkjugarðurin verður útbygdur

Tað er í tøkum tíma, at farið verður undir útbyggingina.

Kirkjugarðurin á Knúgvum verður nú útbygdur. Hetta fer at tryggja gravarpláss komandi áleið 20 árini.

 

Tá ið farið var undir undanarbeiðið til kirkjugarðin á Knúgvum í 1991 var skipað fyri arkitektakapping, og skuldi uppskot gerast fyri alt økið á Knúgvum. Vinnandi uppskotið var frá Gudmundi S. Hansen, arkitekti.

 

Av fíggjarligum ávum var tó valt bara at gera aðru síðuna og ikki allar hillarnar norðurneftir. Tað var P/F á Heygnum í Saltangará, sum stóð fyri arbeiðinum og Jóni Durhuus gjørdi betongarbeiðið. Kirkjugarðurin á Knúgvum varð vígdur í mars 1997.

 

Síðan tá eru fleiri hillar gjørdar og tvær tær síðstu vóru gjørdar fyrraárið.

 

Tað eru tó bara gravarpláss eftir til nøkur fá ár fram í Vestmanna, so tað er í tøkum tíma, at farið verður undir útbyggingina. Við útbyggingini verða 200 gravarpláss tøk afturat.

 

Við nýggju gravarplássunum verður tryggjað eitt nátúrligt skifti millum báðar kirkjugarðarnar á Knúgvum til gamla kirkjugarðin við kirkjuna, so at tað ikki verður neyðugt at byggja út í framtíðini.

 

Útbyggingin er løgd til rættis við virðing fyri núverandi sniði á kirkjugarði, við hillum eftir lendinum.

 

Articon ger arbeiðið og fyritøkan væntar, at arbeiðið tekur áleið fimm mánaðir, skrivar Vestmanna kommuna.

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: BWH