Vestmanna kommuna skrivar, at í samband við at Vestmanna kommuna skal lata inn kommunala ferðavinnuætlan til landið, verður bjóðað til fundar.
Á skránni verður kunning um ferðavinnuætlanina og lagt verður upp til prát og viðmerkingar.
Fundurin verður í Miðhøllini hóskvøldið 27. november klokkan 19.30.











