Sýslur
Føroyar eru býttar sundir í seks sýslur. Hesar hava hvør sín sýslumann. Hesar kenna vit kanska best frá grindadrápi, men talan er í roynd og veru um løgreglumenn.
Á streymoynni hevur sýslumaðurin sæti í Vestmanna. Hetta, hóast fútin og ovastu løgreglumenninir hava sætið í Tórshavn. Vestmenningar hava havt gleði av sýslumansstarvinum síðani 1898. Sýslumaðurin í Vestmanna, Ivan Klein Olsen, hevur eisini, sum nú er, eitt skrivstovufólk knýtt afturat sær.
Men tað røkist fyri, at sýslumansstarvið í Vestmanna skjótt verður ein farin tíð fyri vestmenningar og onnur búgvandi á Streymoynni.
Úr Vestmanna
Á bygdaráðsfundi 21. november samstykti Vestmanna bygdarráð at mótmæla ætlanini hjá fútanum, um at flyta sýslumansstarvið úr Vestmanna. Hin 12. desember sendi Vestmanna bygdarráð so eitt skriv til Føroya Landfúta, har mótmælt varð ætlanini at flyta sýslumansstarvið úr Vestmanna. Í skrivinum verður ikki víst til annað enn, at søgur eru farnar at ganga um hetta. Tað verður tó víst á, at bygdarráðið sendi eitt skriv til fútan í apríl mánaði í 1999.
Borgarstjórin, Gunn Joensen, greiðir frá, at bygdaráðið umvegis hevur frætt um ætlanir um at flyta sýslumansstarvið úr Vestmanna, og hetta skuldi eftir øllum at døma verið til Havnar.
?Vit frættu hesi tíðindini longu í 1999. Tá ringdi eg eisini sjálv til fútan (Mogens Nepper Christensen, blðm.), og hann greiddi frá, at tað varð arbeitt við einari ætlan um at flyta sýslumansstarvið úr Vestmanna, sigur Gunn Joensen.
Síðani tá hevur, í øllum førum alment, ikki verið so nógv sagt um málið. Vestmanna bygdarráð fílist eisini á, at einki svar nakrantíð er givið teimum í sambandi við skrivi í 1999. Bygdaráðið heldur tað eisini vera løgið, nú landsumsitingin arbeiðir við at miðspjaða almennar stovnar, at Føroya Landfúti uttan grund arbeiðir við at flyta sýslumansstarvið í Vestmanna øvutan veg.
Gunn Joensen sigur seg ikki kenna nakað til, at ónøgd hevur verið viðvíkjandi sýslumansstarvinum og tí, at hetta starvið hevur sætið í Vestmanna.
?Sýslumansstarvið hevur verið í Vestmanna síðani 1898, og hevur ikki verið til grund til at flyta starvið fyrr, so er enn minni grund til hetta at flyta tað nú
(...)
Harafturat kann Vestmanna Bygdarráð als ikki góðtaka, at eingin løgreglumaður kemur at hava starv við Vestmanna sum støði, um so verður, at ætlan fútans verður sett í verk, skrivar Vestmanna bygdarráð í skrivi Føroya Landfúta.
Skrivið er eisini sent til løgmann og varaløgmann. Teir báðir løgtingslimirnir úr Vestmanna, Jógvan O. Durhuus og Hans Pauli Strøm, havi eisini fingið hvør sítt eintak av skrivinum.
Gunn Joensen sigur at enda, at tað er ætlanin at fáa løgtingsmenninar at ávirka hetta, men annars veit hon ikki, hvørji stig bygdarráðið kann hugsast at fara at taka, verður álvari burturúr ætlanini hjá fútanum.