At sigla undir Vestmannabjørgini er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Bæði í 40 og 50- unum bleiv siglt við bátum hesa farleið við ferðafólki. Henda sigling vant alt meira upp á seg. Í ár eru liðin 20 ár síðan Palli Lamhauge í Vestmanna fór undir skipaða sigling undir Vestmannabjørgini.
Seinasta mikudag vóru vit ein túr undir Vestamannabjørgunum við feðgunum Palla og Jákup Andreasi Lamhauge. Vit fóru við bátinum Silju, sum er góðkendur til 25 ferðafólk. Veðrið var gott, og báturin var fullsettur av føroyskum og útlendskum ferðafólki. Fyrst varð siglt yvir móti Slættanesi í Vágum, har báturin legði stilt og Palli segði ferðafólkunum frá um bygdina, sum seinastu fastbúgvandi fólkini fluttu frá í 60-unum. Nú verða húsini brúkt sum summarhús.
Síðan bleiv siglt undir Vestmannabjørgini, hesi stórfingnu høgu fuglabjørgini, har siglt verður millum fuglabjørgini og drangarnar, báturin føldist sera lítil millum hesi steyrrættu bergini. Av trygdarávum skuldu øll, ferðafólk og manning, hava hjálm á høvdinum. Meðan vit sigla har, sigur Palli frá, um alt tað vit síggja og um søguligu bakgrundina. Palli dugir sera væl at siga frá og at fáa ferðafólkini at føla seg væl. Siglt verður inn í grotturnar, tað minnir mest um at sigla við spøkilsisbátunum í Tivoli, ein veit ikki hvat tað næsta verður. Ein fantastisk uppliving, bæði fyri føroyingar og útlendingar. Tann sum bert hevur sæð myndir ella filmar frá Vestmannabjørgunum, kann ikki ímynda hvussu stór hendan uppliving í veruleikanum er, tað má upplivast. Á veg móti Vestmanna aftur serveraði Palli kaffi til ferðafólkini. Tey ferðafólk sum vitja okkara land og fara avstað aftur uttan at hava verið ein túr undir Vestmannabjørgunum, hava veruliga "forsømt" seg.
Palli hevur siglt við nógvum kendum persónum, sum t.d. Kronprins Frederik, Sissel Kyrkjebø, Kim Larsen, Jesper Klein, íslendska forsetanum, borgarstjóranum í Stockholm, fyri at nevna nakrar. Eisini hevur hann fingið takkarbrøv frá t.d. fyrrverandi danska forsætisráðharranum Poul Nyrup Rasmussen, eftir at hann hevði verið undir Vestmannabjørgunum, Mykinesi og í Tindhólmi. Palli fekk eisini takkarbræv frá manningini á oljuboriskipinum Vest Navion, eftir at teir høvdu eitt gott arbeiði fyri teir. Palli sigur, at hann hevur ikki so lætt við at kenna fólk aftur, men tað eru nógv sum kenna hann aftur og heilsa. Tá Palli í fjør, saman við øðrum, var í Hannover í Týsklandi í sambandi við ein fótbóltsdyst, stóðu teir og ótu pylsir uttanfyri stadionøkið, tá kom ein dani og heilsaði uppá hann. Hesin danin hevði stutt frammanundan verið í Føroyum og verið ein túr undir Vestmannabjørgunum við Palla.
Á jólum 2002 vóru liðin 40 ár síðan Palli Lamhauge lat upp egnan matvøruhandil í Vestmanna. Í ár eru liðin 20 ár síðan hann byrjaði skipaða sigling undir Vestmannabjørgunum og fríggjadagin 11. juli fylti hann 70 ár.