Vestmannadagar í gaman og álvara

Í døgunum 20.-22. juni verður stórt tiltak í Vestmanna við bæði gaman og álvara.

Tað er Vestmanna Kommuna, sum skipar fyri tiltakinum, tey kalla Vestmannadagar.

Endamálið er, at talan skal vera um eitt trivnaðar- og mentanartiltak, sum skal styrkja um samanhaldið ímillum vestmenningar í øllum aldri.

- Tí skulu hugni og upplivilsi av ymsum slagi, vera í fremstu røð, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri.

Hann sigur, at ein partur av tiltakinum verður at hava morgunmat í høllini fyri allar vestmenningar.

Men annars verða bæði gongutúrar í bygdini við frásøgufólki, málningaframsýning við lokalum listafólkum, kafé, seyðahundaframsýning, konsertir, djóragarður, sølumarknaður, og marknaður, har tað ber til at lata inn og fáa, á skránni.

Eisini fara stovnarnir í kommununi at hava opið hús, og vestmannadagarnir enda við dansi í Ítróttarhøllini, har ið yngri og eldri vestmannabólkar spæla.