1. desember var dagligi miðalhitin í sjónum við Oyrargjógv 9,18 stig. Hetta er heitasti dagur mátaður í desember við Oyrargjógv og Mykines, síðani mátingarnar byrjaðu í 1914, skrivar Havstovan á heimasíðu síni hav.fo. Metið frammanundan var frá 2. og 3. desember 2009, tá miðalhitin var 8,91 stig. Allar teir fyrstu seks dagarnar í desember 2014, var sjógvurin við Oyrargjógv heitari enn gamla metið í 2009.
Hitamátingarnar verða gjørdar fyri at fylgja við langtíðarbroytingum, sum ávirka vistskipanina á Landgrunninum, og fyri at fáa meir innlit í útskiftingina av sjógvi millum opið hav og Landgrunnin. Havstovan hevur hitamátarar liggjandi við Oyrargjógv og Skopun, ið støðugt máta hitan í sjónum. Hitin er áleið tann sami í báðum støðum. Orsøkin er, at sjógvurin innast á Landgrunninum verður so væl blandaður av sjóvarfalli.