Leingi sá tað út til, at dysturin í Vestmanna leygardagin millum VÍF og StíF fór at enda við einum tryggum sigri til vestmenningar, men seinasta korterið blakaðu vestmenningar sigurin burtur, og tað var nær við, at strandingar fóru avstað við báðum stigunum.
Gongdin í dystinum
Vestmenningar byrjaðu sum eitt ódnarveður. Tá ið bert 6 minuttir vóru leiktir, vóru teir á odda 5-1. Strandingar tóku seg tó saman eina løtu og komu upp á 6-5, men næstu 10 minuttirnar fingu vestmenningar 7 mál og strandingar bert tað eina, so at støðan nú var 13-7 til vestmenningar.
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki gekk meira javnt á, og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 15-10 til vestmenningar.
Í seinna hálvleiki gekk, eins og móti endanum av fyrra hálvleiki, javnt á, heilt til gott og væl eitt korter var eftir av dystinum. Tá ið 16 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki legði Sámal Joensen vestmenningar á odda 23-19, men so gjørdi Agnar Højgaard tvey mál og John Petersen og Alexandur Johansen hvør sítt, so at støðan gjørdist 23-23, tá ið 9 minuttir vóru eftir at leika. Tað tóktist, sum um at verjuspælið hjá StíF við offensivari verju á bakkunum ørkymlaði vestmenningar nakað hesa løtuna. Áki G. Olsen og Sámal Joensen løgdu síðan vestmenningar á odda 25-23, men Sveinbjørn Poulsen og at enda Poli Hansen syrgdu fyri, at strandingar komu aftur á javnleik 25-25, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Tað kom
einki mál seinastu fimm minuttirnar av dystinum.
Spælið
Tað tóktist, sum um bæði liðini høvdu sett sær fyri at spæla skjótan hondbólt og at fáa nógv mál upp á kontraálop. Hetta førdi við sær, at tað ofta gekk so mikið skjótt fyri seg, at liðini mistu bóltarnar á veg í álop.
Serliga í seinna hálvleiki vóru tað alt ov nógvir óneyðugir feilir at síggja hjá báðum liðum. Spælið var til tíðir rættiliga rótut.
At vestmenningar longu eru staðfestir føroyameistarar 1998 førdi við sær, at teir loyvdu sær at spæla hund í dystinum. Tað sá rættiliga stuttligt út, tá ið teir stutt fyri hálvleik høvdu eitt álop, har allir VÍF?arnir lupu á vinstru verjusíðu hjá strandingum, og at allir strandingarnir harvið vardu
í tí síðuni. Meðan allir 12 útileikarnir standa í hesi eini síðuni, tekur Ingi Olsen og blakar bóltin yvir í hina síðuna, har málverjin hjá vestmenningum, Eli Müller, ið er komin sníkjandi av útskiftarabonkinum, stendur púra einsamallur við Johan Danielsen í StíF-málinum, men tíverri fyri Eli so bjargaði Johan royndini. Ein stuttlig roynd!
Leikarnir
Hjá vestmenningum stóð Eli Müller ein sera góðan fyrra hálvleik. Hann bleiv í hálvleikinum avloystur av Jón Nielsen, ið spældi seg munandi upp, sum seinni hálvleikur leið. Av útileikarunum hjá vestmenningum spældu Olsen-brøðurnir sum vant væl, men eisini leikarar sum Sámal Joensen, Rógvi Nielsen og Áki G. Olsen komu væl frá dystinum. Tað skal nevnast, at VÍF-venjarin, Kári Durhuus valdi at royna allar leikarnar hjá sær í dystinum.
Hjá strandingum prógvaði John Petersen enn einaferð, at hann ikki bert í fótbólti er ein av okkara frægu, men so sanniliga eisini í hondbólti. Í dystinum leygardagin leikti hann á vinstra bakki fyri ein meiddan Arthur Johansen, sum sat á áskoðaraplássunum við høkjum. John gjørdist toppskjútti hjá strandingum við 8 málum. Eisini Poli Hansen stóð seg væl leygardagin saman við eitt nú Agnari Højgaard og Johan Danielsen í málinum.
Hallarfrásøgn
Undir dystinum bleiv í hátalara sagt frá, hvør ið var málskjútti o.s.v. Tað er í lagi, at málskjúttar verða nevndir, men tað er undir alt lágmark, at tað sita fólk við mikrofonina og siga frá, tá ið onkur strandingur brendi.
Nógvar av teimum viðmerkingunum, sum frásøgumaðurin hevði, vóru heilt burturvið, og tað sást týðiliga, at hetta órógvaði strandingar! Eg vil harðliga mæla til, at vestmenningar hugsa seg betur um áðrenn dystin komandi vikuskifti.
1. deild menn:
VÍF-StíF 25-25 (15-10)
VÍF: Áki Olsen 7, Sámal Joensen 5, Rógvi Nielsen 4, Áki G. Olsen og Ingi Olsen 3, Petur Fr. Joensen 2, Hjalmar K. Olsen 1.
StíF: John Petersen 8, Poli Hansen 7, Agnar Højgaard 5, Sveinbjørn Poulsen 3, Jónleif Sólsker, Alexandur Johansen 1.
Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen (komu sum heild væl frá dystinum, tó betur í seinna hálvleiki enn í fyrra).