Punktum varð seinnapartin leygardagin sett fyri einum tíðarskeiði sum í kappróðrarsøguni ivaleyst fer at vera tiltikið. Eysturoyingurin, sum síðani hann fyrstu ferð luttók ? tað var á norðoyarstevnu í 1998 ? hevur vunnið allar tólv FM róðrarnar, tapti og tað so dyggiliga.
Eysturoyingar fingu vánaligan start. Teir lógu á fimta plássi fyrstu løtuna, og teir komu so at siga ongantíð fram um fjórða plássið, sum teir endaðu á.
? Vit høvdu roknað við, at kappingin í ár fór at verða gerast harðari, enn hon var í fjør, sigur ein av manningini á Eysturoyingi. Og tað vísti seg, at metingin hjá teimum, sum hava vunnið so nógv, var røtt.
Tað vóru tríggir nýggir bátar við í kappingini, og teir endaðu á teimum trimum fremstu plássunum. Nýggi Vágbingurin skuldi eisini vera við, men teir vóru so óhepnir í Vági vikuna undan norðoyarstevnuvikuni, at báturin fekk skaða. Tí fóru teir til Sumbiar, læntu 10?mannafarið har suðuri, sproytaðu hann í svart/hvíta litinum hjá Vágbingi, men sjálvandi var tað ikki heilt tað sama at rógva í einum gomlum báti, sum tað hevði verið at róð í einum spildurnýggjum báti.
Nervarnir uttaná
Tøgnin og intensiteturin vóru øgilig, tá Hallur Ellingsgaard og Jákup Sørensen løgdu tey seks 10?mannaførini. Havnarbáturin sprakk avstað, áðrenn startskotið gekk av. Tað fekk hann gula kortið fyri.
Umborð á fleiri av hinum bátunum vildu teir vera við, at Havnarbáturin eisini í seinnu startroyndini hevði tikið fyrsta takið, áðrenn skotið gekk av.
Dómarin varð spurdur um hetta, men hann gav ikki kappingarneytunum hjá Havnarbátinum rætt. Um Havnarbáturin hevði fingið tvey gul kort í sama róðri, so hevði hann einki stig fingið.
Vestmenningar vóru ikki heilt klárir, tá skotið gekk av. Teir mistu eini tvey ella trý tøk, og tað gekk ein løta, áðrenn teir komu fyri seg.
? Vit hingu alla tíðina uppií, men tað var ikki fyrrenn vit komu inn móti bedingini, at vit kendu, at vit vóru millum teir í oddinum, og vit vóru ikki langt frá málinum, tá eg var greiður yvir, at vit vóru frammanfyri allar hinar.
Hetta sigur Jan Johannesen. Hann er bátsformaður á Vestmenningi. Hann situr á lærinum í bakborði, og tí var hann tann seinasti at síggja aftur á Nólsoyingin og Havnarbátin.
Veldug kapping
Jan Johannsen heldur, at norðoyarstevnuróðurin boðaði frá, at kappingin verður øgilig í ár. Havnarbáturin hevur ofta staðið seg væl á eitt túsund metrum, og leygardagin vóru teir umborð á Havnarbátinum rættuliga stívir teir fyrstu tveir triðingarnar av málinum. Nólsoyingurin vísti leingi, at knotur eru í teimum, og ivaleyst fer tað at laga seg betri hjá eysturoyingum seinni á árinum.
Vestmenningurin var í gamla lagnum leygardagin. Tað var ikki fyrrenn á síðsta triðinginum av málinum, at hann vísti størri treiskni enn hinir og smeyg sær framum.
Umborð á Vestmenningi er bara vant róðrarfólk. Sammett við manningina í fjør eru tveir skiftir út, men talan er um nýggjar menn, sum frammanundan hava róð nógv við øðrum bátum.
Hetta er níggjunda árið, at bátsformaðurin er við Vestmenningi. Teir vunnu á norðoyarstevnu í 1997, og tað minnist Jan Johannesen sera væl:
? Tað var eg, sum koykti fótin, tá vit runnu ein túr, áðrenn vit fóru í bátin. Eg var so illa fyri, at teir vóru noyddir at binda fótin upp, men tað gekk alíkavæl. Hesa ferð høvdu vit einki óhapp, og tað var stuttligt at koma aftur til Vestmannar, har eini fýra hundrað fólk vóru møtt at taka ímóti.
Í síðstu viku nevndu vit, at Eysturoyingur hevði skift fleiri menn, og at onkur var farin av, tí hann var illa skaddur. Ein av nýggju monnunum hevði bara lovað seg til norðoyarstevnuna. Mánakvøldið kom ein nýggjur maður umborð. Hetta er ein, sum áður hevur róð nógv við Skálabátinum.
jhið í januar millum 40 tey mest spældu countryløgini í Europa.
Ragnar hevur verið við á sonevndum Hotdiscum, sum eru fløgur við endamálinum at gera vart við løg og tónleikarar. Enn einaferð sleppur Ragnar upp í part, tá Stuart Cammeron gevur út næsta Hotdiscin í juli.
Kitty Prins, sangari og sangskrivari úr Belgia, hevur skrivað eitt lag á fløguni hjá Ragnari í Vík. Hon hevur nú skrivað Ragnari 3 nýggj løg og ætlar hann at gera eina stakfløgu við hesum løgum, um møguleiki verður fyri hesum.
Pólland hóast alt
Ragnar í Vík er nú farin at leita eftir stuðlum til ferðina til tónleikafagnaðin í Póllandi, umframt at hann á øðrum økjum roynir at laga tað so, at ferðin kann gerast veruleiki.
Ragnar í Vík og tónleikarar fara, um gjørligt, til Póllands um ólavsøkutíð og slík ferð kostar ferðalagnum eini 70.000 krónur.
(Lesið eisini viðmerkingina frá Norðoya Sparikassa : Ikki leisturin í framtíðini)