Vestmanna Læknadømi er nú fullmannað við kommunulæknum eftir, at Vestmanna kommunu í gjár kunngjørdi á heimasíðuni, at Heilsutrygd hevur sett Gunnhild Helmsdal í starv sum kommunulækni í Vestmanna Læknadømi við staðseting í kommunulæknaviðtaluni í Vestmanna. Nýggi kommunulæknin tekur við starvi 1. oktober.
Frammanundan røkir Djóni Sandberg Joensen kommunulæknaviðtaluna í Kollafirði, ið hoyrir til Vestmanna læknadømi. Harvið verður Vestmanna Læknadømi einans tað næsta kommunulæknadømi í Føroyum, ið er fullmannað við kommunulæknum í føstum starvi. 1. september verður nevniliga Eiðis Læknadømi fullmannað, tá tveir kommunulæknar taka við starvi.
Vestmanna kommuna upplýsir á heimasíðuni, at Gunnhild Helmsdal fekk embætisprógv innan læknafrøði í 2009, og varð liðugt útbúgvin sum serlækni í almennari medisin í 2015. Síðani tá hevur hon verið avloysari fyri kommunulæknar ymsa staðni í Føroyum.
Gunnhild Helmsdal er 40 ára gomul, búsitandi í Hoyvík. Hon er gift og eigur 3 børn.