Ì fleiri vikur hava fólk fyrireikað eitt kampingpláss inni á Fjørð í Vestmanna.
Sum skilst eru tað privatpersónar, sum hava leigað økið frá kommununi.
Tað vera áleið 70 pláss á økinum og sum skilst, so er tað gjørt soleiðis, at hvør kampingvognur fær atgongd til vatnfrárensl.
Skúrar verða í næstum settir upp, og tá verður eisini møguleiki at fáa sær brúsubað og eisini at vaska klæðir.