Vestmenningar koyra á

Hondbóltur: VÍF megnaði enn einaferð at vinna bæði stigini, og komu við hesum nærri at Kyndli, sum tó framvegis liggur á øðrum plássi. Neistin vísti hinvegin, at tær eru á rættari kós

VÍF ? Neistin 23-20 (11-7)


Tá hesi bæði liðini fyri góðum mánaði síðani hittust í Havn, var ongantíð nakar ivi um, hvussu leikur fór at ganga. Hesu ferðina megnaðu neistaleikararnir at gera nógv meira um seg, og hóast tær enn einaferð máttu lúta fyri vestmannagentunum, so fingu tær víst, at tað gongur støðugt framá hjá teimum, og at eingin skal rokna ein sigur sum eina sjálvfylgju, tá Neistin stendur hinumegin miðlinjuna.


Alla tíðina á odda

Eftir eina javna byrjan, megnaði VÍF at slíta seg leysan frá havnargentunum, seinasta triðingin av fyrr hálvleiki. Serliga var tað Ioana Rapa, sum gjørdi um seg í fyrra hálvleiki, og av teimum 11 málunum, sum VÍF fekk í fyrra, átti Rapa ikki færri enn 7!

Í seinna hálvleiki gekk meira javnt á, men Neistin megnaði ongantíð at fáa VÍF aftur. Alla tíðina vóru nøkur mál á muni, og hvørja Neistin hevðtogað seg eitt sindur uppeftir, megnaði heimaliðið at svara aftur.

Rapa fekk ikki eins nógv burturúr í seinna hálvleiki, sum hon hevði fingið í fyrra, og komst hetta serliga av, at Inga Danberg megnaði at halda henni í stuttum tjóðuri. Tað hevur tó fleiri ferðir víst seg seinastu dystirnar, at VÍF eisini er annað enn Ioana Rapa, og soleiðis var eisini í hesum dysti. Aðrir leikarar á liðnum gerast alsamt meira sjónligir, og serliga eru tað Jacklin, Fríða og Nicolina, sum tora at taka ábyrgd á seg, soleiðis at alt ikki hongur á einum leikara.


Inga úti næstu ferð

Hjá Neistanum hevur øll ábyrgdin í nógvum dystum ligið á herðunum hjá Ingu F. Danberg. Seinastu dystirnar er tó líkt til, at aðrir leikarar eisini eru farnir at gera vart við seg. Ileana er enn rættuliga nýggj á liðnum, og als ikki samanspæld við restina av leikarunum, men tað man ikki ganga so leingi afturat, áðrenn hon kann fara at gera meira um seg. Hinvegin eru fleiri av hinum gentunum nú farnar at gera um seg. Katrin er um at koma rættuliga fyri seg eftir skaðan í fótinum, og eitt nú hava bæði Mildrid og Birita gjørt rættuliga um seg seinastu dystirnar.

Tá Neistin komandi vikuskifti skal til Vágs at royna seg, fáa hesar eisini rættuliga høvi til at royna seg, við tað at Inga ikki verður á vøllinum. Hon fekk nevnliga reyða kortið í endanum av dystinum í Vestmanna, tá hon tók í armin á mótleikara.

VÍF skal komandi vikuskifti undir eina sera torføra uppgávu, tá tær skulu til Klaksvíkar, har oddaliðið, Stjørnan, tekur ímóti. Enn hevur eingin megnað at koppað klaksvíksgentunum, men VÍF man helst vera eitt av teimum fáu liðum, sum hava møguleikan at gera nakað við oddaliðið.


Dysturin í tølum:

VÍF: Ioana Rapa 11 (5), Fríða Johannesen 3, Jacklin Durhuus 3, Andrea Nielsen 2, Nicolina Joensen 2, Berghild Skúvadal 1, Eydna Johannesen1

Neistin: Katrin á Neystabø 4, Inga F. Danberg 4 (1), Mildrid Jacobsen 4, Birita Wardum 3, Gunnelyg Berg 2, Ileana Manolesco 2, Susan Brockie 1 (1)

Brotskøst: VÍF 5, Neistin 2

Útvísingar: Neistin 2

Burturvísing: Neistin 1