Vit eru øgiliga bangnir fyri, hvussu tað skal ganga. Sjálvandi fara vit at royna til tað stendur fast. Men møguleikarnir eru smáir, fyri ikki at siga ongir.
Tað verður ikki bara ein vanlukka fyri suðuroyingar, um landsstýrið ger álvara av ætlanini at taka íløgustuðulin av, sum ætlanin er - sum tað stóð í Sosialinum í gjár.
Tað verður tað ein dyggur smeitur fyri vestmenningar.
Tað verður serliga ein bátur hjá vestmenningum, sum fer at koma í klemmu.
Men tað verður sjálvt flaggskipið í bygdini, trolarin Vesturbúgvin, sum er nýggjasti trolarin í bygdini.
Hinir báðir vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Grønanes eru eitt sindur eldri og støðan verður kanska ikki so álvarslig hjá teimum.
Vesturbúgvin er so nýggjur, at hann kostar líka nógv sum Vestminningur og Grønanes tilsamans.
Dánjal Jacobsen, reiðari á Vesturbúgvanum, sigur, at tað verður ómetaliga trupult at klára seg við ongum íløgustuðuli - fyri ikki at sig heilt ómøguligt
Og skal hann siga tað sum tað er, verður tað ómøguligt.
Vit eru ómetaliga bangnir fyri, hvussu tað fer at ganga. Men vit gevast ikki. Vit fara at halda á, til tað stendur fast.
Hann sigur, at ein teoretiskur møguleiki hjá felagnum er at selja skipið uttanlands fyri at sleppa snikkaleysir burturúr tí.
Men tað vilja vit helst sleppa undan, leggur hann afturat.
Ov brádlig yvirgongd
Reiðarin í Vestmanna sigur, at eins og hjá suðuroyarbátunum, hevði Vesturbúgvin staðið seg, um hann fekk íløgustuðul í eini trý-fimm ár afturat, um tað beliv vanligt fiskarí tá.
Men missa vit íløgustuðulin nú, fer tað ikki at bera til.
Dánjal Jacobsen er annars ikki ímóti at íløgustuðulin verður tikin av.
Eg haldi at tað er rætt at taka iløgustuðulin av, sum hann er nú, og at leggja hann í sjálva byggingina ístaðin.
Men verður yvirgongdin frá eini skipan, til eina nýggja skipan so brádlig, sum talan er um her, slepst ikki undan, at summir koma í klemmu.
Og tað verða teir nýggju bátarnir, sum allir fara í hundarnar
Og nú vit kortiini skulu hava eina stuðulsskipan, kundi eg heldur hugsa mær, at yvirgangurin var eitt sindur meiri flótandi.
Hann sigur, at rúka bátarnir, rúka eisini arbeiðsplásssini.
Í fyrsta umfarið í hvussu so er. Ikki minst á landi heldur hann, at størstu avleiðingarnar verða.
Men so fer onkur annar kanska at byggja núggj skip
Tó eg dugi ikki at síggja nakra meining í at trýsta nýggj, góð skip burtur, og at byggja onnur nýggj ístaðin.
Tess lagaligari yvirgongdin er frá einari skipan til eina aðra, tess betri tamarhald er á yvirgongdini.
Eins og suðuroyingarnir sigur hann, at ein fortreyt fyri at teir bygdu Vesturbúgvan var, at íløgustuðulin var galdandi.
Og hóast vit eru saner aðir einaferð, er báturin enn nógv ov dýrur til at hann klárar seg við ongum stuðul.
Annars skal ongin stuðulskipan verða í gildi fyri okkara skyld, so eg lasti ongan fyri at taka stuðulin av.
Tí tað eru vit sjálvir, sum hava bygt skipið. Men so mugu vit eisini taka við, at gongdin verður, sum hon verður. Og rýkur íløgustuðulin nú, er stórur vandi fyri at hann fer á heysin.