Ikki kann sigast annað enn, at tað var sjáldsamur dagur í Kirkjubø í gjár, tá nýggi kappróðrarbáturin hjá Róðr-arsamband Føroya varð navngivin og sjósettur. Talan er um eitt serliga slag av kappróðrarbáti, sum verður brúktur á Scillyoyggjunum út fyri Cornwall í Bretlandi. Tað er kanningarstjórin hjá oljufelagnum Amerada Hess, Richard Hardmann, sum hevur fostrað hugskotið at lata føroyingum ein slíkan kappróðrarbát í gávu - við tí fyri eygað, at besta 10. mannafarsmanningin á ólavsøku skal manna bát av hesum slag, tá árligi kappróðurin er á Scillyoyggjunum.
Tað var ikki sørt av hátíðardámi, tá Borgny, kona Trónda Patursson navngav bátin, Brendan. Umleið 70 innboðin vóru hjástødd, tá hetta serliga og fyri føroyingar ókenda bátaslagið varð roynd út fyri Kirkjubø mánamorgunin. Millum mongu gestirnar henda dagin var eisini heimskendi ævintýrarin og søgumaðurin Tim Severin.
Sjey av manningini av Vestmenningi, sum vann ólavsøkukappróðurin í fjør, mannaðu Brendan og róðu eina løtu út fyri bygdina.
Síðani varð farið í kirkjuna, har Richard Hardmann, stjóri í Amerada Hess hugleiddi um olju, kappróður og mentan. Ólavur Hátun, musikkskúlaleiðari tosaði um stuðulin, sum hetta oljufelagið hevur latið musikkskúlanum og sum er farin til at keypa violinir fyri.
Síðani spældu fleiri næmingar á musikkskúlanum og eftir hetta varð boðið til morgunmatar.
Tað er umboðsmaðurin hjá Amerada Hess í Føroyum, Johan Mortensen, sum hevur fyrireikað tiltakið. Ætlanin er, at vestmenningar skulu fara til Scillyoyggjarnar í apríl at rógva saman við fleiri øðrum tjóðum.