Talv
Tað kann ikki verða meira spennandi. Hetta minnir ikki sørt um fótbóltskappingina í fjør, tá einki var avgjørt undan seinasta umfari í dystinum um gullið, eins og fleiri lið stríddist í botninum.
Vestmenningar hava spakuliga etið seg inn á havnarmenn. Eitt skiftið vóru havnarmenn tvey stig fremstir, men seinastu fýra umførini hava vent gongdini.
Hetta vikuskiftið var dupultumfar á skránni og tískil var nógv uppá spæl hjá øllum seks liðunum. Alt var og er enn púra opið í toppi og í botni.
Samson legði Helga
Spenningurin var í hæddini tá oddaliðini settust við talvborðið í hølum Havnar Telvingafelags í 8. umfari leygardagin. Skjótt sást, at vestmenningurin á triðja borði, Samson Højgaard, hevði greiðan fyrimun ímóti stjørnuni Helga D. Ziska. Helgi hevði telvað óneyvt og Samson revsaði hetta á bestan hátt og hevði longu í miðspælinum ein rók meira. Hóast Helgi treiskaðist, var eingin ivi um úrslitið. Tey mongu sum høvdu væntað eitt trygt stig til Havnina á 3. borði, fóru so dyggiliga skeiv.
Martin Poulsen hevði fyrr í talvinum ímóti John Rødgaard havt fyrimun, men mátti geva seg eyka nógv fyri at halda javnvágina í einum torførum endatalvi. Hetta eydnaðist honum.
Talvið á 2. borði var rættiliga javnt. Við trimum finnum fleiri, leikti Carl Eli N. Samuelsen fyrst skeivt í herviligu tíðarneyðini, fyri síðani fullkomiliga at kollapsa. Olaf letur ikki slíkan møguleika fara og vann hann tí stutt eftir. Jákup á Rógvu Andreasen vann við góðum teknikki á Andrias Ziska.
Ein óføra flottur sigur til vestmenningar. Fyri fyrstu ferð í kappingini lógu teir nú einsamallir fremstir. VT 22,5 og HT 21,5.
Í Kollafirði vann útiliðið Klaksvík 2 tepran 2,5 - 1,5 sigur. Rani Nolsøe avgjørdi dystin við sínum sigri á Torbjørn Thomsen. Hini trý talvini endaðu við javnleiki.
Klaksvík 1 og Hvalvík leiktu 2-2. Øll talvini endaðu við javnleiki. Ikki stórvegis broyttist í botnstríðnum eftir 8. umfar.
9. umfar
Dysturin millum Vestmanna og Klaksvík 1 kundi eins væl endað við javnleiki, men oftani hava oddalið nakað eyka í sær. Í einum rættiliga javnum endatalvi, eydnaðist tað Jákup á R. Andreasen at vinna á Tummas Martini Sólsker. 2,5 - 1,5 til Vestmanna.
Framanundan høvdu John Rødgaard og Ólavur Simonsen leikt javnt. Carl Eli vann trygt sítt talv ímóti Finnbjørn Vang, meðan Wille Olsen bjargaði klaksvíkingum eitt kærkomið stig, tá hann vann á Samson.
Fegnir vórðu vestmenningar tá Jákup avgjørdi dystin. Jákup hevur sanniliga verið raskur á 4. borði. Hann hevur nevnliga vunnið øll síni seks talv hann hevur telvað á 1. liði.
Havnarmenn minka um munin
Við 3-1 sigrinum á Klaksvík 2 minkaðu havnarmenn um munin. Nú er bert hálvt stig upp til oddaliðið úr Vestmanna. Steintór Rasmussen vann sum skilst eitt sera gott talv ímóti Olaf Berg. Martin vann eitt drúgvt talv á Rana og hinar uppgerðirnar vunnu havnarmenn eisini sum væntað.
Hóast greiða sigurin, eru havnarmenn valla nøgdir. Klaksvíksliðini eru nú jøvn aftast. Eingin dreymastøða hjá sigursvanda felagnum.
Hvalvíkingar vunnu 3-1 á kollfirðingum. Við sigrinum hava hvalvíkingar loksins reist seg frá aftasta plássi. Men tryggir eru teir als ikki. Tað eru eingi av fýra teimum aftastu liðunum.
Seinasta umfar verður 04. mars, tá allir dystirnir í øllum deildunum verða telvaðir undir somu lon í Vestmanna. Vestmenningar møta kollfirðingum í 10. og seinasta umfari, havnarmenn skulu royna seg ímóti Klaksvík 1, meðan Hvalvik og Klaksvík 2 leika triðja dystin í 1. deild.
NM fyri unglingar verður komandi vikuskiftið í Finnlandi. Vit fara í komandi talvteigi at hyggja at og eftirmeta úrslitini hjá okkara besta ungdómi.
Sandavágsgarpar
Hugaligt er at sígga, at sandavágsmenn veruliga hava brynjað seg út hetta kappingarárið. Teir hava longu við nærum 100 prosent vissu tryggjað sær uppflyting úr 2. deild og í 3. deild eru teir eisini trygt fremstir. Og góði stimin endar ikki her, tí í unglingabólkinum eru teir í finaluni ímóti Róki. Fyrri finaludysturin endaði 2-2. Seinni og avgerandi finaludysturin verður 04. mars