Hondbóltur
Høllin er á gosi. Vestmenningar klappa og rópa, meðan gestirnir úr Hoyvík taka seg til høvdið. VÍF tevjar finalupláss, meðan H71 er í trupulleikum.
- Tað loysir seg best ikki at hava nakrar vónir, staðfestir ein vónbrotin hoyvíkingur, júst tá seinasta bríkslið hevur ljóðað. H71 má sanna, at teir renna aftaná oddinum í løtuni. Vónirnar vóru stórar til liðið undan kappingarbyrjan, men nú sær ikki serliga ljóst út. Úti av steypakappingini, og vísir ikki finalustyrki í landskappingini.
- Eingin steðgar okkum nú!, rópar ein vestmenningur.
Lagið var í øllum førum sera skiftandi, tá vit royndu at troka okkum út úr høllini eftir dystin.
VÍF omaná
VÍF legði bragdliga fyri. Skjótt vunnu teir sær eina leiðslu á fýra mál, og tóktust hava fullkomiliga tamarhald á. Vestmenningar høvdu lætt spæl móti H71-verjuni, har heimaliðið hevði fleiri gjøgnumbrot.
- Tað er betri, at vit eru aftanfyri í hálvleikinum enn tá dysturin er liðugur, segði ein hoyvíkingur skemtandi.
Hoyvíkingarnir vóru lítið sannførandi fyrstu løtuna. Alt ov ofta kastaðu teir bóltin burtur í álopsspælinum, sum heimaliðið gjørdi sær dælt av við skjótálopum. Hóast truplu byrjanina reistust gestirnir aftur, og vóru aftanfyri við tveimum málum í steðginum. Men nærri komu hoyvíkingar ikki. VÍF settu ferðina upp í seinna hálvleiki, og tá kláraði H71 ikki at fylgja við. Áskoðararnir fingu undirhald, og menn spardu seg ikki í nærdystunum. Men spenningur var ikki seinasta korterið, og tá avtornaði høvdu vestmenningar vunnið við tveimum málum – 29-27.
Nú skal tað verða
Vestmenningar eru bjartskygdir í løtuni. Í einari fullsettari høll stuðlaðu áskoðararnir væl sínum liði, sjálvsálitið er í topp.
- Tað er fantastiskt, at eg veit undan dystinum, at VÍF fer at vinna, prikaði ein vestmenningur eftir dystin.
H71 misti ikki tað stóra í stríðnum um annað av finaluplássunum í gjár. Neistin tapti sín dyst á Skála, og tí eru tað framvegis tvey stig, sum skilja liðini. Men hoyvíkingar hava okkurt at hugsa um eftir tapini á Kyndli og VÍF seinastu vikuna. Og komandi sunnudag skulu teir prógva sítt, tá teir vitja í høllini á Hálsi, at Kyndil aftur bíðar teimum.
Fakta um dystin
VÍF-H71 29-27 (14-12)
10 min: 6-3
20 min: 9-9
40 min: 18-16
50 min: 24-20
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 9(2), Agnar Joensen 7, Rúni Joensen 4, Áki Olsen 2, Niels Andreasen 2, Áki G. Olsen 2, Eli Müller 1, Bjarti Hansen 1, John Zachariassen 1
H71: Poul Kjartan Dam 8, Danni Syhler 5, Halgir Dahl Olesen 5(2), Regin Joensen 2, Johnny Durhuus 1, Esbern Patursson 1, Dánjal Tórgarð 1(1)
Brotskøst: VÍF 2, H71 7
Útvísingar: VÍF 5, H71 4
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen