Vestmenningar væl fyri

Vestmenningar vunnu við sterkastu manning 2. lið hjá Havnini í 4. umfari. Úrslitið varð 3-1.

John Rødgaard vann trygt á 1. borði ímóti Michael Jensen. Michael var ov bráður, ofraði riddara, men endaði við frúgv minni.

Tað einasta stigið, Havnin 2 fekk, var á 2. borði, tá Olaf Berg vann móti John Jacobsen. Talvið er við í blaðnum í dag. Dánjal Petur Højgaard vann á 3. borði móti Jógvan Næs, og á 4. borði vann Kári Durhuus móti Súna Jacobsen.

2. lið hjá kollfirðingum er tikið úr kappingini, teir klára ikki at manna lið. Tey lið, sum hava vunnið móti teimum, missa tískil tey stigini. Havnin 3 hevði hetta umfarið frí.

Klaksvík 2 og Runavík leiktu 2-2 í vikuskiftinum.

Ingolf Gaard, Klaksvík, misti frúgv móti Brandur Jacobsen, men fekk somikið fyri hana, at talvið endaði javnt.

Esbern Christiansen, Klaksvík, fekk greiðan fyrimun í miðspælinum og vann klárt móti Eyðun Lamhauge.

Rúni Dragaberg, Klaksvík, og Rúni Jacobsen leiktu javnleik, meðan Óli Joensen, Klaksvík, gjørdi ein grovan feil og tapti klárt móti Brandi Højgaard. Støðan í 2. deild er henda:


Havnin 29stig

Vestmanna8stig

Runavík6,5stig

Klaksvík4,5stig

Havnin 34stig


Havnin 2 hevur leikt ein dyst meira enn hini feløgini.


3. deild

Eisini í 3. deild vóru bert tveir dystir hetta vikuskiftið.

Havnin 5 eru í ferð við at blanda seg í toppinum, eftir at teir vunnu 2,5-1,5 móti Vestmanna 2.

Gøtumenn og sundalagsmenn (Rókur) leiktu 2-2, og hetta má sigast at vera eitt gott úrslit hjá sundalagsmonnum.


Sera spennandi er í toppinum í 3. deild:


Havnin 59,5stig

Vestmanna 29,5stig

Gøta9stig

Klaksvík9stig

Havnin 48stig

Rókur2,5stig