Vesturkirkjan 50 ár í dag

Klokkan 11 verður hámessa í Vesturkirkjuni. Heri Joensen, Bergur D. Joensen, Derhard Jógvansson og Hanus á Gørðum eru prestar.

Skrá í samband við 50 ára føðingardagin hjá Vesturkirkjuni. Vælkomin øll somul. 

Sunnudagin 24. august

 

kl.11:00 Hámessa, Heri Joensen, Bergur D. Joensen, Derhard Jógvansson og Hanus á Gørðum eru prestar. Jógvan Fríðriksson, biskupur ber fram heilsan. Tórshavnar Kamarkór syngur. Sunnudagsskúli er í kjallaranum. Aftaná er kransakøka, kaffi og te í kirkjuni og okkurt til børnini.

kl. 12:15-15:00 Opin kirkja. Opið er upp í tornið, høvið at síggja kirkjuna og framsýningina, sum er gjørd í samband við føðingardagin. Skattaveiða til børnini í kirkjuni.

kl. 19:00 -20:00 Hátíðar-orgulkonsert við Ara Hammer Joensen og Jógvani Thomsen, organistum. Á skrá er m.a. frumframførsla av orgulsymfoni hjá Ara Hammer Joensen, skrivað til dagin.

Mánadagin 25. august – fríggjadagin 5. september

 

kl 10:00-17:00 Opin kirkja, Høvið er at síggja framsýningina og hyggja seg um í kirkjuni, fáa sær ein kopp av te ella kaffi og annars njóta løtuna.

 

Mánadagin 25. august

 

kl 20:00-21:15 Gospelkonsert við Aalborg Gospel Choir. Glaðir og lívligir tónar frá heili 130 sangarum. Kórleiðari er Henrik Daniel Christoffersen. Dyrnar lata upp kl 19:30

 

Týsdagin 26. august

 

kl 10:30-11:30 Arkitekturur og ímyndir í kirkjuni, spennandi fyrilestur frá Eyðuni Eliasen um arkitekturin í Vesturkirkjuni

 

Mikudagin 27. august

 

kl 16:30-17:30 Syng við – Barnasálmar. Sálmar og drekkamunnur í barnahædd. Hanus á Gørðum, prestur, presenterar sálmarnar.

kl. 20:00-21:00 Føðingardagssálmakvøld, Heri Joensen, prestur, sigur frá sálmunum.

 

Hósdagin 28. august

 

kl 19:00-20:00 Arkitekturur og ímyndir í Vesturkirkjuni, spennandi fyrilestur frá Eyðuni Eliasen um arkitekturin í Vesturkirkjuni.

 

Fríggjadagin 29. august

 

kl. 10:00-10:30 Morgunlestur í VK við Hera Joensen, presti.

 

kl. 20:00-21:30 Ungdómsguðstænasta, Derhard Jógvansson er prestur, Torgeir Petersen, teologilesandi, hevur prædikuna, Hans F. Christiansen syngur og lovsongsbólkurin úr Tabor á Toftum luttekur.

 

Leygardagin 30. august

 

kl.15:00 (Um viðrar) Gongutúrur úr Kirkjubø til Vesturkirkjuna við Derhardi Jógvanssyni.

 

kl. 17:00 Afturkomin av gongutúri verður gott við grillaðum pylsum ella líknandi. Grillmeistarar verða Derhard og Ann. Náddu tit ikki gongutúrin, komið so bara beint í kirkjuna til matin.

 

Sunnudagin 31. august

kl.11:00 Guðstænasta við altargongd, Bergur Debes Joensen er prestur og Tórshavnar manskór syngur.