Í minsta lagi 33 fólk doyðu í gjár av ísraelskum álopum og skotum í Gaza.
Hetta upplýsa lokalu sjúkrahúsini í Gaza, sambært CBS News.
Ísraelsk álop drupu í minsta lagi 17 fólk í suðurpartinum av Gazageiranum tíðliga í gjár, siga heilsustarvsfólk á Nasser sjúkrahúsinum. Meira enn helmingurin av teimum deyðu vóru kvinnur og børn, stendur í fráboðanini.
Embætisfólk siga, at álopini vóru móti tjøldum, har flóttafólk búgva í Khan Younis, sum hevur verið heimstaður hjá fleiri hundraðtúsund fólkum, sum eru flýdd úr øðrum pørtum av Gaza.
Í norðara parti av Gaza doyðu í minsta lagi fimm fólk, sum bíðaðu eftir hjálp, av ísraelskum skotum nærhendis Zikim-markinum, siga heilsustarvsfólk á økissjúkrahúsinum Sheikh Radwan við AP.
ST og aðrir felagsskapir ferðast gjøgnum marknaliðið, tá tey koma inn í Gaza.
Seks fólk doyðu eisini í øðrum álopum í Gaza aðrastaðni í gjár, upplýsir hjálparfelagsskapurin Red Crescent sambært CBS News.
Ísraelski herurin, IDF, svaraði ikki áheitanini hjá CBS News um viðmerkingar.
Fríggjadagin segði ST-stuðlaða eftirlitseindin IPC í eini frágreiðing, at fyri fyrstu ferð er hungursneyð formliga lýst í Gaza. Matmangul hevur verið í økinum í fleiri mánaðir.
Neyðhjálparasamskipanarleiðarin hjá ST, Tom Fletcher, gav ísraels blokadu fyri hjálpini skyldina fyri hungursneyðina.
- Hetta er ein hungursneyð, sum vit høvdu kunnað avbyrgt, um vit fingu loyvi til tað. Enn hópast matur upp við landamørkini orsakað av systematisku forðingunum hjá Ísrael, segði hann á tíðindafundi, sambært Reuters.
Yvirlýsingin frá IPC hevur fingið stjórnir og felagsskapir kring heimin at heita á Ísrael um at steðga álopinum í Gaza. Ósemjan millum Ísrael og hernaðarrørsluna Hamas øktist, tá Hamas leyp á Ísrael 7. oktober 2023.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, kallaði fríggjadagin hungursneyðsyvirlýsingina fyri eina beinleiðis lygn.
- IPC-frágreiðingin er ein beinleiðis lygn ("outright lie", red.). Ísrael hevur ikki politikk við hungursneyð. Ísrael hevur ein politikk at fyribyrgja hungursneyð, sigur forsætisráðharrin í eini fráboðan fríggjadagin, sambært Reuters.
/Ritzau/