Í kvøld leygarkvøldið, trínur ein av veteranunum í føroyskum tónleiki, Martin Joensen, á pall í nýggja spælistaðnum í Havn, Reinsasínum í Tórsgøtu.
Men han verður ikki einsamallur, tí við sær á pallin hevur hann Ólav Øster á guitar, Agnar Lamhauge, á el- og kontrabass og Per I. Højgaard, á trummum og slagverki.
Martin Joensen hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í fleiri enn fýrati ár, í høvuðsheitum sum limur og virkin sangskrivari í Vestmonnum, og síðani mitt í áttatiárunum sum solistur.
Martin skrivar bróðurpartin av sínum tilfari sjálvur. Millum kendastu sangirnar er upplagt at nevna Ró, Morgun, Svarta Ravn og Uttan teg, sum er ein sálmur, ið er við í nýggja sálmabókaískoytinum. Reinsarínum fer Martin at siga sigur frá og framføra nýggjari so væl sum eldri tilfar.
|