Dansiveturin við undurvísing hjá felagnum Dansifrøi byrjar mánadagin 20. september.
Fyrr ár helt Dansifrøi innflytingargildi í sambandi við at nýggi bygninginum hjá felagnum í Gundadali varð liðugur. Mánadagin 20. september byrjar so dansiveturin av álvara, sigur Petur Petersen, sum er spentur upp á, hvussu undirtøkan fer at vera, tí hetta er fyrsti veturin nýggja húsið skal roynast.
Petur sigur, at skráin hevur staðið eina tíð á heimasíðuni, og tilmeldingin á dansifroi.fo gongur væl. Hann heldur, at tað er helst nýggja húsið, sum ger tað so spennandi fyri hendan veturin.