Veturin komin í Evropa

Veturin hevur lagt at kalla alt Evropa undir í kava, og sambært veðurmonnunum kunnu tey flestu rokna við, at kavin verður liggjandi inn í tað nýggja árið.
Í Danmark, Noregi og Svø­ríki hevur ferðslan ver­ið nógv darvað av kava, og fleiri ferðsluóhapp hava verið. Í Svøríki hevur har­aftur­at verið rættiliga nógv­ur vind­ur, og í gjár ávar­aðu myndug­leik­ar­nir fólk ímóti óneyðugari koyr­ing. Í pørt­um av Skåne var vindmegin oman fyri 20 metrar um se­kundið, og løgreglan stúrdi fyri, at elsteyrar kundu detta út á vegirnar. Í Dan­­mark máttu akfør hjá herin­um hjálpa sjúkrabilum ígjøgnum kavan, og nógva­staðni bað løgreglan fólk halda seg innandura og lata bilin standa.
Í Fraklandi, Týsklandi, Bret­landi og Pólandi er nógv­ur kavi komin niður, og í Eysturríki, norðara parti av Italia og í Kekkia hava kavi og vindur seinkað allari ferðslu nógv. Í Fraklandi stóðu nógv­ir bilar fastir í kavanum, og fleiri fólk noyddust at sova í bilinum næstsíðstu nátt. Í Kekkia stoyttu fýra last­bilar saman á einum av teimum týdningarmestu motor­veg­unum, og tað elvdi til ruðu­leika í ferðsluni.
Í Turkalandi hevur tað ver­ið bítandi kalt. Í gjár varð sagt, at í fjallalendinum í landspartinum Agri har eysturi í landinum vóru 31 kulda­stig, og at fýra fólk vóru deyð í kulda. Umleið 1.000 bygdir høvdu einki samband við umheimin.