Í dag vóru triggir dystir leiktir í VFF-cup.
KÍ vann trivaligan sigur í Sørvági, og TB og FC Suðuroy megnaðu javnleik á heimavølli. Ígjár vunnu Víkingur og NSÍ á havnarliðunum.
Úrslitini í 2. umfari:
07 Vestur-KÍ 0-3 (0-2)
TB-EB/Streymur 0-0
FC Suðuroy-B68 2-2 (1-1)
Víkingur-B36 3-1 (2-0)
HB-NSÍ 1-3 (0-2)
Víkingur hevur seks stig. NSÍ, KÍ, EB/Streymur og TB hava fýra stig hvør. B36 hevur trý stig, og B68 og FC Suðuroy hava eitt stig hvør. 07 Vestur og HB hava einki stig.
Skráin 1. februar: NSÍ-07 Vestur, HB-B36, Víkingur-TB, FC Suðuroy-KÍ og EB/Streymur-B68.
Kelda: FaroeSoccer