Í morgin verður finaluumfari í kappingini hjá Venjarafelagnum. Tað eru HB og Víkingur, sum møtast í finlauni, sum verður á Tórsvølli.
Allir dystirnir í morgin verða í Gundadali. Spælt verður á Ovara vølli og á Tórsvølli. Tveir dystir verða klokkan 11 og tveir dystir klokkan 13.30. Síðani verður finalan klokkan 16.
Klokkan 11:00: B68-AB (spæla um 9. plássið á Ovara vølli í Gundadali
Klokkan 11:00: Skála-EB/Streymur (spæla um 7. plássið á Tórsvøll)
Klokkan 13:30: NSÍ-ÍF (spæla um 5. plássið á Ovara vølli í Gundadali
Klokkan 13:30: B36-KÍ (spæla um 3. plássið á Tórsvølli)
Klokkan 16:00: HB-Víkingur (finalan á Tórsvølli)