Við Flogfelag Føroya til Take That í Keypmannahavn.

Tann 11. november verður Forum í Keypmannahavn karmur um eina stórsligna konsert við Take That, og eisini føroyingar fáa høvið at sleppa við.

Síðan Gary, Mark, Howard og Jason endurstovnaðu kanska størsta dreingjabólkin nakrantíð, hevur áhugin verið øgiligur. Fløgan Beutiful World fekk sera góða móttøku, og eitt nú í heimlandinum lá fyrsta stakfløgan “Patience” á fyrsta plássið í heilar 5 vikur.

Take That spæla eina útselda konsert í Aalborg og hava tí avgjørt at skipa fyri eini eyka konsert í Forum í Keypmannahavn 11. november. Flogfelag Føroya hevur fingið fatur á nøkrum atgongumerkjum til konsertina, og hesi verða nú sett til sølu saman við ferðaseðlum úr Føroyum. Prísurin er Kr. 2.995,- fyri hvønn Íroknað prísin er flogferð úr Vágum til Keypmannahavnar og aftur við øllum avgjøldum, umframt eitt atgongumerki til konsertina hjá Take That í Forum

Flogfelagið bjóðar harumframt at skipa fyri innivist á ferðini. Meiri fæst at vita á tlf. 340060 ella við at senda ein mail til airport@ff.fo