– Eg ringdi til Martin [Kúrberg, red], og tað fyrsta hann segði var, ‘tær havi eg bíðað eftir leingi’. Tá knekkaði eg og segði, at eg hevði tørv á hjálp. ‘Veitst tú hvat, eg veit ikki, um eg fái hjálpt tær’, segði hann, tí Blái Krossur onki tilboðið hevði til mín, sigur 24 ára gamla Rúna Nón Bjartalíð, sum bert var 18 ára gomul, tá hon fór í viðgerð hjá Bláa Krossi fyri rúsevnismisnýtslu.
– Eg havi fleiri ferðir fingið at vita, at tað er ein orsøk til, at eg royki hassj, og hana fann eg fram til, tá eg seinni fekk staðfest ADHD. Diagnosan var sum ein opinbering, og knappliga fall fimmoyrað, og eg skilti betur, hví eg síðani eg var smágenta hevði havt so nógv órógv á mær, verið so ófriðarlig og gjørt ónáðir
Í Vikuskiftis Sosialinum - sum er í sølubúðunum fríggjamorgunin, og sum fæst talgildur her - sigur Rúna Nón Bjartalíð sína søgu um misskiljingar, ADHD, hasj og viðgerð.